Tað gekk akkurát hjá argjamonnum

8-mannafør: Knørrur var bara skutin aftanfyri Argjabátin, sum higartil hevur verið suverenur

Tað var so spennandi, sum tað ber til at ímynda sær, at tað kann verða, tá ið 8-mannaførini kappaðust á varmakeldustevnu í Fuglafirði.

 

Higartil í ár hevur Argjabáturin verið fremstur, og tí var hann í dag roknaður at vera greiður favorittur.

 

Argjabáturin vann, men tað leyp einki av hjá argjamonnum.

 

Gullbrandur úr Fuglafirði var sera raskur í startinum, og Knørrur var eisini beinanvegin við upp á tað.

 

Argjabáturin var tó tann raskasti í spurtinum og hevði hug at leggja seg skutin framum hinar báðar.

 

Men tað var skjótt, at bæði Knørrur og Fuglfilrðingur svaraðu aftur. Eina løtu vóru allir mest sum stavn um stavn, men so dragnaði Gullbrandur eitt sindur.

 

Tá var tað, at tvíkappingin millum Argjabátin og Knørr tók seg upp, og hon stóð við, inntil bátarnir fóru um málið.

 

Eina løtu var Knørrur frammanfyri, men í endaspurtinum svaraði Argjabðaturin aftur, og so endaði tað soleiðis, sum tað er endað undanfarnu ferðirnar.

 

Argjabáturin vann, men talan var um mest spennandi kappingina higartil í ár, tí bæði Knørrur og Gullbrandur góvu ábendingar um, at tað kann fara at verða spennandi tað, sum er eftir av hesum árinum.

 

Men eingin ivi er um, at Argjabáturin er stórfavorittur at vinna FM enn einaferð.

 

1Argjabáturin04:43.25700
2Knørrur04:43.40600
3Gullbrandur04:45.28500
4Heiðabáturin04:45.29400
5Nevið Reyða04:52.02300