Í annaðkvøld verður sannleikans tími úti á Heimey. Tá skulu Janus Dam Djurhuus, Dánjal Ragnarsson og liðfelagarnir í ÍBV spæla fimtu og avgerandi meistaraskapsfinaluna um íslendska meistaraskapið.
2. hvítusunnukvøld vunnu Haukar fjórðu meistaraskapsfinaluna á heimavølli á Hafnarfirði 27-24, og nú er støðan 2-2 í samlaðu uppgerðunum. ÍBV var á odda 2-0 og hevur mist tveir "match-bóltar", men nú fáa teir seinasta møguleikan á heimavølli.
Haukar løgdu seg framum 5-1 tíðliga í dystinum, og í steðginum vóru teir greitt á odda 17-10. ÍBV fekk bøtt um støðuna í seinna hálvleiki, men ikki nóg mikið til at forða einum sigri til Haukar.
Janus og Dánjal skutu eitt mál hvør fyri ÍBV.
Fimta og avgerandi meistaraskapsfinalan úti á Heimey verður leikt mikukvøldið klokkan 20.