Tænastu- og tilfeingisvinnurnar minni bjartskygdar

Konjunkturbarometrið fellur, tí treystið er minni í mun til seinastu tvær kanningarnar undan hesari.

 

Tað skrivar Hagstovan í dag. 

Tað er ymiskt, hvønn veg gongdin vendir viðvíkjandi metingum um støðu og útlit hjá ymsu vinnubólkunum. Tað er serliga í tænastuvinnunum umframt tilfeingis- og ídnaðarvinnunum, at bjartskygnið minkar. Húsarhaldini vænta sær tó meira av framtíðini.

Treystitalið hevur verið 29 seinastu tvær kanningarnar hjá Hagstovuni, men er hesaferð frá kanningini í januar fallið niður á 17, sum er ájavnt langtíðar miðalinum. 

Tað er serliga treystið í tænastuvinnunum umframt tilfeingis- og ídnaðarvinnunum, tað er í høvuðsheitum fiski- og alivinnan, ið lækkar. Ávísin fyri byggivinnuna hækkar nógv, meðan ávísin fyri húsarhald hækkar eitt lítið vet.

 

##med2##

 

##med3##

 

Stutt um konjunkturbarometrið

 

Konjunkturbarometrið er ávísar, sum siga nakað um, hvussu brúkarar og vinna meta, at tíðirnar eru. Høvuðsúrslitið úr hesi kanning er treystitalið, sum er eitt roknað tal við støði í vektaðum ávísum frá spurnakanningum fyri teir fýra vinnubólkarnir og spurnakanning fyri brúkarar. Tað er sostatt ikki ein uppgerð av veruligum tølum úr búskapinum, men ein spurnakanning um, hvørjar metingar lyklabólkar í samfelagnum hava av gongdini í búskapinum og um sína egnu fíggjarstøðu, bæði gongdini júst nú og væntanirnar.

 

Stutt um treystitalið

 

Treystitalið er tað samanvigaða vísitalið frá fimm spurnakanningum, sum verða gjørdar í januar og juni hvørt ár.

 

Niðanfyri er víst, hvussu nógvar spurningar brúkarar og vinnubólkarnir fáa, og hvat teir viga í treystitalinum:

 

  • Brúkarar svara 15 spurningum, og hesir viga 20%
  • Tilfeingisvinnan svarar 15 spurningum, og hesir viga 40%
  • Tænastuvinnan svarar 5 spurningum, og hesir viga 30%
  • Handilsvinnan svarar 5 spurningum, og hesir viga 5%
  • Byggivinnan svarar 6 spurningum, og hesir viga 5%

 

Spurningarnir eru teir somu, sum verða brúktir í øllum londum, ið eru í ECFIN-samstarvinum, og mátin, ið nýttur verður at gera kanningarnar, er eisini tann sami. Tí eru tølini altjóða sambærlig. Enska heitið á treystitalinum er Economic Sentiment Indicator (ESI).