Føroyska manslandsliðið í flogbólti stríddist manniliga men kundi ikki gera tað stóra móti estisku yvirmaktini í EM-undankappingardystinum í høllini á Hálsi í Havn í gjárakvøldi.
Estland vann dystin greitt 3-0, og settmunurin var so greiður sum 25-11, 25-7 og 25-15.
Í undanbólki C hevur Belgia fimm stig, Estland hevur fýra stig, meðan Føroyar einki stig hava, og hava enn til góðar at vinna fyrsta settið.
Komandi leygardag klokkan 16 spæla Føroyar á útivølli í Estlandi.
Føroyar spæla aftur í høllini á Hálsi, sunnudagin 21. august klokkan 17. Tá verður Belgia mótstøðuliðið. Føroyar taptu greitt 0-3 fyri Belgia á útivølli.
Hetta er fyrstu ferð Føroyar taka lut í einari EM-undankapping skipað eftir hesum leistinum.