- Vit keypa tað, sum okkum verður boðið í gulllaksavertíðini, sigur stjórin í Tavuni í Leirvík, Joen Magnus Rasmussen, sum vónar, at fiskaarbeiðið verður meira støðugt, sum vertíðin gongur.

Tavan kann keypa allan gulllaksin

- Tað hevur verið heldur óstøðugt við fiskaarbeiði higartil í gulllaksavertíðini, sigur stjórin í Tavuni.

 

- Vit keypa tað, sum okkum verður boðið í gulllaksavertíðini, sigur stjórin í Tavuni í Leirvík, Joen Magnus Rasmussen, sum vónar, at fiskaarbeiðið verður meira støðugt, sum vertíðin gongur.

Í fjør gjørdist gulllaksavertíðin longri, enn hon hevur verið nøkur undanfarin ár.

 

Orsøkin er, at tað vóru bara tvey pør – í staðin fyri trý – sum fiskaðu gulllaks í vertíðini í fjør. 

Tavan í Leirvík keypti stívliga 9000 tons av gulllaksi frá skipunum í fjør, og hetta var í tíðarskeiðnum frá apríl til endan av september.

Gulllaksakvotan í ár er minni enn í fjør. Hon er nevniliga minkað við nøkrum túsund tonsum, hóast færri skip fiskaðu gulllaks í fjør í mun til undanfarin ár.

Á Tavuni verður gulllaksurin skorin til flak og malin til fars, og Joen Magnus Rasmussen, stjóri, sigur, at fiskaarbeiðið higartil í vertíðini hevur verið heldur óstøðugt.

- Túrarnir hava verið misjavnir, og í løtuni liggur annað parið, tí eitt av skipunum hevur maskinbrek. Bíðað hevur verð eftir eykaluti.

 

##med2##

 

Stjórin heldur, at Tavan saktans kann keypa allan gulllaksin, sum verður veiddur í vertíðini hesaferð.

- Vit keypa tað, sum okkum verður boðið í ár, og vit vóna, at fiskiskapurin og soleiðis eisini tilgongdin av rávøru verður støðugari sum frá líður, sigur Joen Magnus Rasmussen.

 

##med3##

 

 

 

- Vit keypa tað, sum okkum verður boðið í gulllaksavertíðini, sigur stjórin í Tavuni í Leirvík, Joen Magnus Rasmussen, sum vónar, at fiskaarbeiðið verður meira støðugt, sum vertíðin gongur.

Stjórin í Tavuni, Joen Magnus Rasmussen.

Gulllaksur fæst á djúpum vatni úr 150 metrum og niður á umleið 1400 metrar.