Team Klaksvík á søguligari ferð

Fyri fyrstu ferð í søguni skal Team Klaksvík spæla dystir í evropeiskari kapping

Mynd: Team Klaksvík

Team Klaksvík fer í vikuskiftinum at spæla sínar fyrstu dystir nakrantíð í einari evropeiskari kapping.

 

Team Klaksvík fer at spæla báðar dystirnar í Europa Cup móti bosniska liðnum, Sloboda Tuzla í Bosnia Hersogovina.

 

Fyrri dysturin, ið tekniskt er heimadysturin hjá Team Klaksvík verður leiktur fríggjakvøldið klokkan 18.30. Seinni dysturin verður leiktur sunnudagin klokkan 14.

 

Undan fráferðini til søguliga túrin til Bosnia tók hópurin hesa myndina.

 

 

 

Mynd: Team Klaksvík