Teir eru kongar í Klaksvík

10-mannafør: Ormurin Langi megnaði einki at gera við Klaksvíking, sum við uppvísningsróðri vann dyggan sigur

Klaksvíkingur vann í dag í góðum líkindum á varmakeldu í Fuglafirði. Hetta var fjórði sigur hjá klaksvíkingum í ár, og harvið hevur báturin fult stigatal og er stórfavorittur at vinna fyrsta FM heitið síðani 2017.

 

Trý tey seinastu árini hevur Ormurin Langi vunnið FM. Men tað er eftir fýra teir fyrstu róðrarnar einki, sum bendir á, at tað skal eydnast bátinum hjá Róðrarfelagnum Knørri á vestanstevnu, norðoyastevnu og ólavsøku at vinna so nógv inn aftur, at fjórða FM heitið verður veruleiki.

 

Ikki sørt av spenningi var undan róðrinum, tí ein av rógvarunum, Jákup Hansen, síðsta sunnudag fór umborð aftur á Norrønu, har hann hoyrir til manningina.

 

Nýggjur maður umborð er Per Venned, og tá ið óføri Kristian Linklett, sum á jóansøku ikki var førur fyri at vera við umborð á Orminum Langa, nú var tøkur aftur, var spurningurin, um tað fór at eydnast bláa bátinum at gera ein vørr og at fáa spenning í FM kappingina.

 

Men Klaksvíkingur vildi tað heilt øðrvísi. Eftir startspurtin vóru hesir báðir bátarnir stavn um stavn við Havnarbátinum eina bátslongd aftanfyri.

 

Í miðróðrinum vísti tað seg, at tað leið betur eftir hjá Klaksvíkingi, sum støðugt vann nakrar tummar, og áðrenn tað var farið undir endaspurtin var tað leyst millum tveir teir fremstu. Tá ið Klaksvíkingur fór um málið var tað hálvonnur bátslongd aftur til Ormin Langa, sum var fleiri bátslongdir undan Havnarbátin.

 

1Klaksvíkingur04:31.15700
2Ormurin Langi – RK04:35.18600
3Havnarbáturin04:48.09500