Teis og Follo mistu sigurin á stokkinum

Føroyingaliðið í Stavanger, Ryger vann greiðan sigur á útivølli

Teis Horn Rasmussen og liðfelagarnir í Follo iðra seg nú teir eru á veg aftur úr Bergen aftaná dyst í næstbestu norsku hondbóltsdeildini. 

 

Follo leikti javnleik 29-29 móti Bergen á útivølli. Í steðginum var støðan javnleikur 14-14.

 

Í allarseinastu sekundunum javnaði Jon Obrestad Salte fyri Bergen til endaliga úrslitið 29-29.

 

Tað gekk annars væl hjá Teis í dag. Teis gjørdist toppskjútti hjá Follo við átta málum, og hann vann eisini liðnum tvey brotskøst.

 

Tróndur Mikkelsen, Julian J. Kragesteen og liðfelagarnir í Ryger Stavanger vunnu á útivølli greiðan 34-27 sigur á Melhus. Ryger var á odda 17-14 í steðginum.

 

Tróndur skoraði seks mál og legði upp til seks mál í dag. Julian skoraði eitt mál fyri Ryger í dag.

 

Follo er fjórðfremst í deildini við 21 stigum. 11 stig eru upp til oddaliðið, Viking TIF sum hevur 32 stig. Ryger er nummar fimm í deildini við 20 stigum.

 

Komandi sunnudag tekur Follo móti Sandefjord. Sama dag hevur Ryger heimadyst móti Nordstrand.