Teitur: Okkara túrur at vinna Føroyum stig

FM1: Liðskiparin hjá HB heldur fyri, nú skal HB vinna Føroyum nøkur stig til Evropa

##med2##

 

HB spælir í annaðkvøld móti Budocnost Podgerica úr Montenegro í 2. umfari í Europa Conference League. HB hevur framvegis ikki megnað at vunnið seg víðari í Evropa, og tað nívur í HB.

 

Teitur M. Gestsson hevur staðið í málinum hjá HB seinastu tíggju árini. Hann er í dag millum teir royndastu spælararnar á liðnum, og nú heldur hann fyri, at túrin er komin til HB at leggja afturat stigunum í Evropa.

 

– Eg haldi at tíðin er komin til HB vinnur Føroyum nøkur stig í Evropa. Seinastu árini hava B36 og KÍ vunnið okkum fleiri stig, og NSÍ hevur eisini fingið okkurt gott úrslit. Nú er tíðin komin til okkum, sigur Teitur M. Gestsson.

 

Hoyr samrøðu við Teit M. Gestsson við at trýsta á pílin undir myndini.

 

FM1: Samrøða við Teit M. Gestsson