Tey lítilátnu her á landi er okkara fakfelagsrørsla

– Teir 5000 limirnir í Føroya Arbeiðarafelag. Havnar Arbeiðarafelag við sínum 1000 aktivu limum, Starvsmannafelagið hevur 1900 limir, Pedagogfelagið hevur tað sama talið...

...Heilsuhjálparfelagið hevur 800 limir og Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar 900. Havnar Arbeiðskvinnufelag hevur 800 limir og Fiskimannafelagið hevur sama talið. Hesi fakfeløg, og fleiri afturat teimum, eru tey, ið bera Føroyar á sínum baki, segði Jóanes Nielsen m. a. í 1. maidagsrøðan í Vágsbotni í Havn

 

Gott fundarfólk!

 

At 1. mai er altjóða arbeiðaradagurin, og hevur verið tað síðani 1889, tað hevur ikki altíð verið so sjónligt her hjá okkum. Tó var Tvøroyri 1. mai-bygdin burturav, men teirra støðufesti hevur verið heldur ridlandi seinastu áratíggjuni. Í 1990 helt táverandi formaðurin í Fylking, Dánjal av Rana fyri, at tað var ongin grund at hátíðarhalda 1. mai dagin longur á Tvøroyri, tí á Tvøroyri hevði verkamannastættin sigrað! Pástandurin var hugdjarvur, men tíverri ikki eftirfarandi. Á Tvøroyri hevur nevniliga kapitalisman sigra, so tað gellir eftirí! Tað er stóra verksmiðjan, sum Varðin Pelagic bygdi á tí gamla havnalagnum eitt symbolskt dømi um. Varðin fekk fólksins svimjandi ogn til gávus, og so kvitteraðu teir við arkitektoniskt at oyðileggja tann gamla arbeiðarabýin.

 

Hetta er dagurin, tá fakfelagsrørslan eigur at lufta síni reyðu fløgg, og í dag síggjast nøkur av fløggunum her í Vágsbotni. Men eg síggi ikki tað gamla reyða flaggið hjá Havnar Arbeiðarafelag. Fyrst í 70unum hekk tað á bróstinum í okkara gamla fundarhøli. Tað hekk aftanfyri talarastólin, og minnist meg rætt, stóðu felagsins forbókstavir og stovningarárið 1916 skrivað við svørtum á tann reyða dúkin.

 

##med2##

 

70ini vóru í veruleikanum rembingarár í Føroyum. Fylkingin móti EEC limaskapi var somikið sterk, at hon fekk forpurrað ætlanina at innlimað Føroyar í felagskapin. Í november í 1973 tók Klaksvíkar Útróðrarfelag stig til tann stóra fundin í Klaksvík, har hugsjónarliga støðið var lagt undir okkara 200 fjórðinga fiskimark, og 1. januar í 1977, var markið flutt út. Brádliga gjørdust Føroyar eitt miðalstórt havríkið, og hóast tað ofta spottandi var tikið til, at vit høvdu flakavirkir á hvørjum tanga, so vóru tað júst flakavirkini, sum steðgaðu fólkafráflytingini til tey størri plássini. Og 77 var eisini árið vit fingu Mjólkavirkið Búnaðarmanna, eitt kooprativ, sum allir føroyingar eru góðir við.

 

Í 1950 búðu 31.800 fólk í Føroyum, og tá bar til við eini arbeiðaraløn at byggja sær hús. Í 1977 var fólkatalið vaksið til 42.000, men tá skuldu bæði maður og kona vera á arbeiðsmarknaðinum fyri at skaffa sær egið hús. Tann tíðin er farin. Í dag ber slett ikki til hjá einum ungum arbeiðarapari at byggja sær hús í Havn. Fyri so vítt, heldur ikki á bygd. Í dag er arbeiðarastættin fíggjarliga afturúrsigld, og gjáin millum arbeiðaranar og tey vælbjargaðu er støðugt vaksandi. Gera vit eitt lítið rend aftur í tíðina eystur til Noregs, so sæst, at tað ber til at skipa fyri góðum og ódýrum bústøðum.

 

##med3##

Beint aftaná seinna kríggj gjørdist norski javnaðarmaðurin Einar Gerhardsen stjórnarleiðari, og undir hansara leiðslu bleiv bústaðarreformurin gjøgnumførdur. Millumkrígsárini var hann fakfelagsmaður, kom úr fátækum korum, og undir krígnum sat hann í hálvttriðja ár í tí týsku týningarleguni Sachsenhausen, so tað var ein maður, hart royndur av lívinum, sum tók við valdinum. Stjórnin tók kampin upp móti tí skeiðið, tá arbeiðarin var noyddur at standa við húgvuni í hond, og biðja peningastovnarnar um lán. Stjórnin hjá Gerhardsen setti á stovn Husbanken, og í góð 30 ár fíggjaði Husbanken meginpartin av norskum bústøðum. Íbúðirnar vóru bæði til keyps og til leigu, og tá tað kom til áseting av húsaleiguni, var avgjørt, at arbeiðarin skuldi gjalda 20 % av lønini í leigu.

 

Mánaðarlønin hjá tí føroyska arbeiðaranum er í dag umleið 25.000 krónur, og tú skal vera sera heppin, fær tú eina íbúð í Havn undir 10.000 krónur um mánaðin. Fór harafturímóti 20 % av lønini til húsaleiguna, hevði gerandisdagurin verið munandi lættari. Tey ríku gera sær neyvan far um, at ein lúsa tannlæknarokning er nóg mikið til at taka støðið undan rokniskapinum hjá eini arbeiðarafamilju.

 

Í dag verður onki veruligt politiskt stig tikið til frama fyri góðum og ódýrum bústaðarviðurskiftum, meðan tað harafturímóti verður spekulera í húsaneyðini. Uppi við Sundsvegin selur eitt felag, sum tingmaðurn Johan Dahl eigur ein part av, íbúðir á 59 fermetrar fyri 2. 6 milliónir stykkið. Tað hevur verið ein tummulfingraregul viðvíkjandi hasum slagnum av bygging, at prísurin liggur millum 20- og 25.000 krónur fyri fermeturin. Johan Dahl og hansara fólk taka 44.000 krónur fyri fermeturin. Og tíverri eru teir ikki teir einastu. Stórfyritøkan ARTICON selur íbúðir fyri umleið tað sama. Og løgfrøðisliga er tað ikki ólógligt at spekulera í neyðini hjá fólkið. Men um tað fanst nakað sum eitur moralsk løgfrøði, ella uppaftur betur, kristilig løgfrøði ið inkluderar bæði himmal og helviti, tá hevði svidnaroykur deyma undan spekulantanna yljum. Loysnin av bústaðartrupulleikanum kann ikki vera tann, at man í tí stilla vónar, at eins foreldur doyggja í morgin, so man arvar barndómsheimið.

 

##med4##

Tað finnast góð menniskju, sum royna at gera nakað við íbúðarneyðina. Spurningurin eg seti er hvar skal man leita sær eftir upplýsing fyri at fáa vitan um, hvat gongur fyri seg í okkara landi? Víst hava vit skrivifrælsi, men hvat skulu vit brúka skrivifrælsi til, nú flestu avísurnar eru farnar á heysin, og tær sum eftir eru, hóra undan sum vikubløð, har helmingurin av innihaldinum eru lýsingar og ítróttartilfar? Sjálvandi hendur tað, at áhugavert tilfar kemur á prent, men soleiðis sum gongdin er, haldi eg, at orðið blaðdeyði ikki er óhóskandi at brúka. Og júst blaðdeyðin er ein sera álvarsamur demokratiskur trupulleiki. Tað finnast útvarpssendingar, ið viðgera dagsins støðu, og vit hava eisini face-book, sum tíverri hevur útviklað seg til eitt slag av nasjonalum seppitanga.

 

Man kundi hildið, at henda støðan eggjaði høvundum at fara á barrikadurnar. Bókin “Svik” hjá fyrrverandi sjónvarpsjournalistinum Jan Lamhauge um Eikmálið, er eitt dømi um, hvat ein óræddur og gløggur høvindi kann fáa av skafti. Við “Svik” nektaði hann m.a. yuppiarnir, sum fingu ræðið í Sparikassanum, og rendi elstu fyritøkuna í landinum á húsagang. Á skaldsøguøkinum kann man siga, at “Saga JAM” hjá Høgna Mohr livir upp til kravið, sum bókmentafrøðingurin Georg Brandes á sinni setti, at skaldskapurin skal seta samtíðina undir debatt. Tað byrjaði sum ein sólskinssøga, tá ein vágbingur teknaði ein nýggjan trollemm, verksmiðja var sett á stovn í heimbygdini, og hví tann bjarta royndin miseydnaðist, ber til at lesa um í vælaverkinum “Saga JAM”.

 

Men tað tykist, sum journalistikkurin ikki eigur ta sálarligu glóð sum skal til fyri at herja á ta heilagu kúnna: kapitalin. Við blaðdeyðanum eru keldurnar til kritiska vitan í stóran mun todnaðar, vit hava við øðrum orðum minni og minni grundarlag til at draga hollar politiskar niðurstøður. Av tørvandi vitan gerast vit býttari og býttari, meðan yvirklassin gerst feitari og feitari.

 

Tað liggur í orðinum Altjóða arbeiðaradagur, at júst henda dag hyggja vit at støðuni úti í heimið, og sum støðan er nú, tevja vit roykin frá tveimum kríggjum, annað í miðjum Europa og hitt í Miðeystri, og higartil er ikki hepnast at skapa eina fólkarørslu móti krígnum. Kaldakríggjsárini samtykti okkara Løgting, at Føroyar skuldu vera eitt atomvápnafrítt økið, og at vit heldur ikki skuldu nakra hernaðarútgerð í landinum.

 

##med5##

Í august í 1985 vóru vit nøkur fólk sum gjørdu eina atsókn móti hernaðarligu antennuskipannini uttanfyri Marinustøðina í Havn. Hernaðarstøðir eru per definisjón bumbumál, og av tí at okkara Løgting var ímóti hernaðarútgerð í landinum, mettu vit okkum hava moralskan uppbakkning frá Løgtinginum til at týna antennurnar. Vit vóru nøkur og 20 vinstrahall og tjóðskaparsinnaði fólk, sum lupu upp um gyrðingina á Marinustøðini, og brutu nakrar av antennunum.

 

##med12##

Nettup í 80unum tevjaðu fólk at stórbroytingar vóru ávegis í heiminum, men vit kundu ikki vita, at broytingarnar fóru at enda við at Sovjet fall. Men akkurát tað hendi. Og hetta setti NATO í eina heilt nýggja støðu, tí felagskapurin var jú settur á stovn fyri at verja vesturheimin móti kommunismuni, og nú var brádliga ongin kommunisma í Sovjet, ja, heldur ikki Sovjet var til longur. Tær gomlu statsognirnar blivu privatiseraðar, Rusland gjørdist eitt kapitalistiskt samfelag, ikki ólíkt Turkalandi og Bretlandi. Logiska avleiðingin átti at verið, at USA og teirra sameindu avtóku NATO, men júst tað øvugta hendi.

 

Natokríggið móti Jugoslavia í 1999 var byrjanin til eina røð av kríggjum, ið kom at ganga undir tí stásiliga heitinum: herferðin móti terrorismu! Tá Jugoslavia var syndrað og tæða sundur í smástatir, lupu NATO-londini í 2001 á Afghanistan. Kríggið stóð við í 20 ár, og í dag er Afghanistan bumbað aftur í steinøldina. Í 2003 var lagnuløta Iraks komin. Uppáhaldið var, at Irak hevði hópoyðingarvápn, men tað var ikki satt. Irak hevði harafturímóti olju, og tað var oljuna, sum vesturheimurin fyrst og fremt var áhugaður í, og fyri olju vóru 800.000 irakar dripnir. Næsta land á skránni var Libya. Tá var kríggjsgreðingurin Jens Stoltenberg norskur forsætismálaráðharri, og hann fekk allar teir politisku flokkarnir, uttan Kristelig Folkeparti, at taka undir við at bumba Libya.

 

##med11##

Sjálvt sosialistarnir tóku undir við at fremja hetta brotsverkið. Í dag eru teir flestu sosialistisku flokkarnir í Europa NATO-flokkar, og markið millum høgra og vinstra er meira og minnið horvið. Í tí víðagitna filminum CABARET sang Liza Minelli: Money makes the world go around. Neyvari sagt ber til at siga, at tað er oljan, sum fær tannhjólini í okkara mekaniseraða heimi at mala, og tað merkir, at tann sum hevur ræðið á oljukeldunum í Miðeystri, hevur rættiliga stórt altjóða vald, og hevur man so eisini ræðið á oljukeldunum í Kaukasus økinum, tá er man út ímóti heimsins meistari. Har er bara ein trupulleiki, hvat Kaukasusøkinum viðvíkur, og tað er, at Rusland eigur ta oljuna. Men tann trupulleikin steðgaði ikki NATO. Við at eggja Ukraina at søkja um NATO limaskap, royndu teir at loysa tann trupulleikan. Men teir paranoidu russaranir, sum undir síðsta heimsbardaga mistu umleið 27 milliónir av sínum fólkið søgdu púra greitt, at verður Ukraina innlimað í NATO, so verður kríggj. Og tað var júst tað, sum RAND Corporation og aðrir kríggjsstrategar vestanfyri droymdu um, at fáa eitt kríggj við Rusland, so teir kundu tæða ríkið sundur, á sama hátt sum Jugoslovaia var tæða sundur. Gongd var sett á eina propagandaherferð, sum heimurin valla áður hevur upplivað. Allar tær stóru avísirnar, sjónvarpsstøðirnar, flokkarnir í teimum ymisku parlamentum, alt fór undir eina miðvísa demonisering av Ruslandi. Tað var lovað ukrainum alla tað hjálp, landið hevði fyri neyðini til kríggjførslu, tí nú var tann vesturlendska siðmenningin í vanda. Og tað er satt. Siðmenningin er veruliga hótt. Tann 24. februar í 2022 leyp Rusland á Ukraina, og í gott tvey ár hevur hetta vanlukkuliga og óneyðuga krígg staðið við.

 

##med6##

Gazakríggið hevur potensiali at útvikla seg til ein stórbardaga í Miðeystri, men júst tað kríggið vekir heilt serstakar kenslur. Tað eru ikki meira enn 80 ár liðin síðani at týsku nazistarnir drupu 6 milliónir jødar, og nú fer ísraelska stjórnin fram við einum harðskapið, ið skelkar allan heim. Í Matteus evangelinum verður skrivað um barnadrápið, sum Heródes kongur á sinnið framdi. Hann hevði frætt, at jødunum var føddur ein kongur, og hann gav boð um, at øll dreingjabørn í Betlahem og har um vegir frá tvey ár og niðureftir skuldu drepast. Søgufólk eru tó ymisk á málið um, hvussu nógv dreingjabørn blivu dripin, onkur sigur 14.000, men tað eru eisini tey, sum seta spurnartekin við, um barnadrápið yvirhøvur fór fram, tí hvørki Markus, Lukas ella Jóhannus evangilistarnir skrivaðu um tilburðin. Men hvat ið var og ikki, í skjótt 2.000 ár hevur Heródes verið stemplaður sum tann stóri barnadrápsmaðurin í søguni, men í krígnum sum nú fer fram, kann sigast, at hann hevur funnið sín yvirmann í Benjamin Netanyahu.

 

##med10##

Eg veit, at nógvir føroyingar hvønn einasta dag biðja til Gud um at hjálpa jødunum, men spurningurin eg seti er, um Gud hoyrir teirra bønir. Tí øll árini í 1930unum og fram til ´45, lógu jødar á sínum blóðugu knøum og bønaðu Gud um at hjálpa sær, men onki hendi. Hvønn dag, árini á tamb, hevði Gud møguleikan at veita sínum útvalda fólki eina hjálpandi hond, men hann lyfti ikki ein fingur. Óávirkaður sá hann roykin úr skorsteinunum frá kremetoriunum í Auswitch og øðrum týningarlegum, og Gud sum sigst vita alt, hevur sambart jødiskan/ kristnan hugsunarhátt eisini vitað, at tað var hansara útvalda fólk, sum í roykhamið strembaði upp móti himli.

 

Gamli politikkurin, sum sýtti fremmandum hervaldi innivist her í Norðurlondum, hoyrir í dag til eitt farið og næstan lukkuligt tíðarskeið. Var tað ikki júst tað, vit vóru í 70unum og 80unum – lukkulig, tí vit vágaðu okkum at gera manngarð um alt tað dýrabara, sum er hótt av militariseringini? Kortini síggja vit í dag, at vápnadubbingin aftur hevur tikið dik á seg. Tað seinasta árið hevur USA etablera 45 herstøðir í okkara grannalondum, 15 í Finnlandi, 17 í Svøríki, 12 í Noregi og fyribils 3 í Danmark. Sjálvi hava vit havt vitjan av amerikanskum atom-kavbátum. Ein av hesum dómadags-konstruksjónunum lá herfyri við bryggju inni á Oyrareingjum, og hvør lat seg fotografera við kavbátinum sum bakgrund? Jú, borgarstjórin í Havn, hvør skal siga, saman við Heðin Mortensen og USA, kunnu suðurstreymoyingar ganga tryggir inn í framtíðina.

 

##med7##

1. mai er arbeiðaranna stríðdagur, og snimma ein 1.mai morgun kann tað vera stimbrandi at lesa Matteus evangeliið, serliga Fjallaprædikuna. Tað er har Jesus lovar teimum lítilátnu, at tey skulu arva jørðina. 1.mai er dagurin, tá arbeiðarin líkasum kann trykkprøva um ikki tilber at fáa eitt sindur av arvinum útgoldnum, eitt slag av forskotið, so arbeiðarafamiljurnar ikki nýtast at skula venda hvørji einastu krónu. Tað er hóast alt arbeiðaranir sum hava bygt høvðustaðin og restina av landinum, sum í lýsingini heinta ruskposarnar, tøma fraktskipini og flyta vørurnar út um alt landið.

 

##med9##

Tey, sum í løtuni eiga jørðina, eru tey somu, sum eiga fyritøkurnar, partabrøvini, pengarnar, og nú herfyri keypti ein kvotabarónur úr Kvívík nøkur og 20 % av Føroya Banka fyri hálva milliard. Summir teirra eru riddarar av Dannebrog, hava sessir í privatum og almennum nevndum, møtast í Lions og Rotary, og tey allar flestu tjena umleið 4 ferðir so nógv sum tann vanligi arbeiðarin. Og so eru tað hinar Regin Jacobsen typirnar sum tjena 10 og 20 fer so nógv sum ein arbeiðari. Á pappírinum eigur stjórin heldur ikki Mercedes´in fyri 800.000 krónur, fyritøkan hjá honum eigur bilin, og fyritøkan eigur eisini hansara bústað. Floytandi fer stjórin gjøgnum lívið, meðan hann prísar privata ognarrættinum, NATO, Mammon og øðrum vesturlendskum virðum, men unnir ikki arbeiðarunum eina hóskandi upphædd uppá tímalønina.

 

##med8##

Fyri at skera tað út í papp, tey lítilátnu her á landi er okkara fakfelagsrørsla. Teir 5000 limirnir í Føroya Arbeiðarafelag. Havnar Arbeiðarafelag við sínum 1000 aktivu limum, Starvsmannafelagið hevur 1900 limir, Pedagogfelagið hevur tað sama talið. Heilsuhjálparfelagið hevur 800 limir og Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar 900. Havnar Arbeiðskvinnufelag hevur 800 limir og Fiskimannafelagið hevur sama talið. Hesi fakfeløg, og fleiri afturat teimum, eru tey, ið bera Føroyar á sínum baki.

 

Við hesum orðum fari eg at enda røðuna, og ynski okkum lítilátnu ein góðan, reyðan 1. mai.

 

Jóanes Nielsen.