Tey takka Edmundi á Christiansborg

Tað vóru nógv føgur orð til Edmund Joensen, fólkatingsmann, tá Fólkatingið mánadagin hevði endaorðaskifti, áðrenn tingið fór heim í summarfrí.

Undir hesum orðaskifti boðaði Edmund Joensen Fólkatinginum frá, at hetta verður seinasta endaorðaskifti hansara í Fólkatinginum, tí hann fer ikki at stilla upp til komandi fólkatingsval.

Valskeiðið endar grundlógardagin 5. juni næsta ár, men í Danmark er valskeiðið ongantíð full fýra ár, so sum vit kenna tað í Føroyum. Tað er so sjáldsamt í Danmark, at danir ikki vita, at Fólkatingið kann sita í full fýra á, og tí hoyrist vanliga nevnt, at fólkatingsval verður í seinasta lagið 4. juni 2023 – dagin fyri fýra ára dagin 5. juni.

Edmund Joensen trein á politiska pallin í Føroyum, tá hann varð valdur á ting 8. november í 1988 – fyri Sambandsflokkin í Eysturoyar valdømi. Longu tvey ár seinni var hann formaður í Sambandsflokkinum, tá Pauli Ellefsen brádliga hevði lagt frá sær.

Í 1994 var Sambandsflokkurin størstur og skipaði samgongu. Edmund Joensen gjørdist løgmaður – og varð um sama mundi eisini valdur á Fólkating. Hann tók ikki sæti ta ferðina, tí hann var løgmaður og hevði tí varamann fyri seg øll fýra árini.

 

##med2##

Mangan hevur staðið á hjá Edmundi, tá tey stríð hevur verið innanhýsis stríð í flokkinum, men taktiskur sum hann altíð hevur verið, hevur staðið eftir sum vinnari, sjálvt um hann varð feldur sum formaður í flokkinum. Tað stóð eisini á, tá hann skuldi skipa samgongu í 1994. Hann gav avbjóðarunum møguleikan at taka løgmanssessin, men stóð eftir sum vinnari. Fleiri slík dømi eru, har Edmund Joensen hevur staðið eftir sum sigursharri.

Tá seinna fullveldissamgongan varð skipað í 2002, vóru flokkarnir ikki samdir, tá Løgtingið kom saman 14 dagar eftir valið. Tí varð Edmund Joensen valdur til løgtingsformann, sjálvt um Sambadnsflokkurin ikki kom í samgongu. Hann helt fram sum formaður, tá Sambandsflokkurin kom í samgonguna eftir valið í 2004 og sat til 2008. Í 2007 varð valdur á Fólkating og sat til 2015. Hann varð afturvaldur í 2019 og ætlar sær at gevast, tá fólkatingsval verður aftur.

 

##med3##

Um einki óvæntað verður í donskum politikki, so verður fólkatingsval helst útskrivað í vár – helst í seinasta lagi í mars.

 

Trýstið á pílin og hoyrið øll tey føgru orðini til Edmund Joensen, tá hann fyrr í vikuni boðaið Fólkaringinum frá, at hann ikki stillar upp aftur til næsta fólkatingsval og tá gevst í polikki, sum hann hevur verið partur av, síðani hann varð valdur í Løgtingið í 1988

Trýstið á pílin og hoyrið øll tey føgru orðini til Edmund Joensen, tá hann fyrr í vikuni boðaið Fólkaringinum frá, at hann ikki stillar upp aftur til næsta fólkatingsval og tá gevst í polikki, sum hann hevur verið partur av, síðani hann varð valdur í Løgtingið í 1988