Thisted leikti javnt og AB tapti

Úrtøkan hjá føroyingaliðunum í triðbestu donsku fótbóltsdeildini var soltin í dag

Tað bleiv bara til eitt stig til føroyingaliðini í triðbestu donsku fótbóltsdeildini í dag.

 

Daniel Johansen var við frá byrjan tá hann og liðfelagarnir í Thisted leiktu javnleik 2-2 móti Nykøbing á heimavølli.

 

Thisted fekk eina dreymabyrjan. Tá 21 minuttir vóru leiktir legði Emil Seedorff Thisted á odda 1-0. Átta minuttir seinni økti Mathias Myrthue til 2-0.

 

Bert fýra minuttir seinni minkaði Nykøbing um munin til 2-1.

 

Thisted var á sigurskós líka til 84 minuttir vóru farnir av dystinum. Tá javnaði Nykøbing til 2-2 og tók eitt stig við sær.

 

Thisted er nummar átta í deildini við átta stigum.

 

Hørður H. Askham var við frá dystarbyrjan tá hann og liðfelagarnir í AB taptu 0-1 til Middelfart á útivølli.

 

Middelfart skoraði sigursmálið tá ein hálvur tími var leiktur.

 

AB er nummar seks í deildini við níggju stigum.