Tingmaður: Eg eri ikki dupultmoralskur

Bjarni Kárason Petersen mælti til at avlýsa drotningavitjanina, men luttók sjálvur til galladøgurða við drotningini

Løgtingsmaðurin Bjarni Kárason Petersen mælti í almennum skrivi landsstýrið til at avlýsa drotningavitjanina, eftir at onnur stór tiltøk í Føroyum vóru avlýst orsakað av tilmælum hjá landsstýrinum.

 

– Havandi í huga ta smittustøðu, sum føroyska samfelagið er í, verður heitt á landsstýrið um at avlýsa ætlaðu drotningarvitjanina, segði Bjarni Kárason Petersen.

 

Drotningavitjanin varð gjøgnumførd, og Bjarni Kárason Petersen skrivaði á facebook, at harvið var dupultmoralurin hjá landsstýrinum fullkomin.

 

Tá ið Margretha drotning hevði almennan døgurða í Norðurlandahúsinum í farnu, luttók Bjarni Kárason Petersen til døgurðan.

 

Dimmalætting hevur spurt hann, um tað ikki var dupultmoralskt, tá ið hann nú mælti til at avlýsa vitjanina, men tað heldur løgtingsmaðurin fyri Framsókn ikki. Hann heldur, at hann sum fólkavalt umboð hevði skyldu at luttaka í galladøgurðanum.

 

– Tað er ikki drotningavitjanin í sær sjálvum, sum er ein trupulleiki. Trupulleikin er, at landsstýrið er dupultmoralskt, har føroyingar skulu ganga í rætt, men so ger landsstýrið sjálvt nakað annað, sigur Bjarni Kárason Petersen við Dimmalætting.

 

Meira kann lesast um málið her.