Títlingur var aftur fremstur

Barnaróður dreingir: Nú er báturin hjá Havnar Róðrarfelag fremstur í FM kappingini

Títlingur hjá Havnar Róðrarfelag vann finaluna í barnaróðrinum hjá dreingjum á jóansøku síðsta sunnudag, og aftur í dag var Títlingur fremstur, tá ið dreingirnir kappaðust í finalu á varmakeldu í Fuglafirði.

 

Títlingur fekk besta startin, og Títlingur var fremstur allan teinin. Á málinum var hann hálvan skutin undan Kolli úr Kollafirði, sum var eitt vet undan Dúgvuni úr Sørvági.

 

Sævarmoy úr Klaksvík, sum hevur roynst væl higartil í ár, og sum var fremst í FM kappingini undan róðrinum í Fuglafirði, var ikki við í dag, og nú er Títlingur fremstur í FM kappingini.

 

Í FM kappingini fyri børn eru tað fimm tey bestu úrslitini í teimum sjey FM kappingunum, sum telja við. Tí kann talan vera um stórar broytingar í samlaðu uppgerðini frá einum róðri og til tann næsta.

 

 

 

 

 

 

1

 
 

Títlingur

 
 

02:35.39

 
 

7

 
 

0

 
 

0

 
 

2

 
 

Kollur

 
 

02:36.19

 
 

6

 
 

0

 
 

0

 
 

3

 
 

Dúgvan

 
 

02:37.21

 
 

5

 
 

0

 
 

0

 
 

4

 
 

Tjaldrið

 
 

02:38.12

 
 

4

 
 

0

 
 

0

 
 

5

 
 

Leikalind

 
 

02:44.37

 
 

3

 
 

0

 
 

0

 
 

6

 
 

Tistil

 
 

02:44.41

 
 

2

 
 

0

 
 

0

 
 

7

 
 

Tekla

 
 

02:45.40

 
 

1

 
 

0

 
 

0

 
 

8

 
 

Frúgvin

 
 

02:48.18

 
 

0

 
 

0

 
 

0

 
 

9

 
 

Ternan

 
 

02:49.03

 
 

0

 
 

0

 
 

0

 
 

10

 
 

Royndin Fríða

 
 

02:50.13

 
 

0

 
 

0

 
 

0