Toppskjúttin á Skála er farin av landinum

Betri deildin menn: Portugisiski áleyparin, Carlos Ferreira, heldur ikki fram á Skála

Portugisiski áleyparin á Skála, Carlos Ferreira, heldur ikki fram í felagnum. Tað skrivar Portal.fo. Hann spældi sín seinasta dyst, tá Skála spældi javnleik 1-1 móti B68 í farnu viku. Málskjútti hjá Skála var Carlos Ferreira.

 

Portugisiski áleyparin kom til føroyskan fótbólt í fjør. Hann royndi seg upprunaliga í Fuglafirði, men endaði í 1.deild hjá Skála. Hann bleiv toppskjútti við 21 málum og Skála flutti upp sum vinnari av næstbestu deildini.

 

Carlos Ferreira hevur havt eitt fínt kappingarár og skotið fimm mál. Portal.fo skrivar, at tað eru persónlig viðurskifti, ið gera at áleyparin ikki heldur fram og tey í felagnum hava verið nøgd við málskjótingina. Lagt verður tó afturat, at Skála nú leitar eftir einum spælara, sum eisini í størri mun kann luttaka í sjálvum spælinum.

 

Skála liggur í løtuni á sjeynda plássi, men tað eru bara fýra stig niður til niðurflytingarstrikuna, eftir at EB/Streymur vann á ÍF leygardagin.

 

# LiðDVJTMFMMStig
1 Víkingur1615014774045
2 HB16130333132039
3 16120432161636
4 NSÍ1691636211528
5 B36166553329423
6 07 Vestur166372235-1321
7 Skála ÍF1642101833-1514
8 B68162591128-1711
9 EB/Streymur1631121531-1610
10 ÍF1603131448-343