Tóra Dahl Sandberg til minnis

f. 16/5-1940 d. 8/9-2023

“Dimmast nú dagar, og leyvið dettur,

 

ei syngur fuglurin meir.

 

Blómurnar suffa: Sí, einki er eftir!

 

Árið í vónloysi doyr!

 

Og tó birta ljós vit við gleði!”

 

    Grundtvig/A. Kristiansen og T. Johannesen

 

Heystið er komið, grasið gulnar, leyvið dettur, og kaldir vindar blæsa inn yvir okkum. Pápi okkara yrkti: “Nú følnar tað, sum spratt í vár, tað lívið fjalt í moldum”. Huglagið verður øðrvísi, tá ið veturin er á veg. Hesa ferð enn meira enn fyrr, tí í september mistu vit elstu systur okkara, Tóru.

 

Tóra var fødd á vári, og altíð var tikið til, hvussu vakurt sólin sá, tá ið hon sá dagsins ljós heima í stovuni hjá ommu og abba á Torlabrúgv í Funningi. Tóra kom at vaksa upp í ymsum støðum í Føroyum, men spurdi tú hana, hvaðani hon var, var svarið altíð: “Eg eri úr Klaksvík, men fødd í Funningi”.

 

Lagnan vildi tað so, at Tóra kom at búgva størsta partin av lívinum í Keypmannahavn. Hon møtti manni sínum í Christianskirkjuni í Klaksvík ein summardag í 1964, og tvey ár seinni giftust tey bæði, og Tóra gjørdist partur av einari stórari og fevnandi familju í Keypmannahavn.

 

Tey bæði fingu tveir synir við stuttum millumbili, og seinni komu fimm ommusynir, sum nú allir eru um at vera tilkomnir. Tað er ikki yvir at dylja, at teir vóru Tórusa eitt og alt.

 

Har niðri kom hon at liva sítt lív og var sum mitt í verðini, altíð við fólki uttan um seg. Til hana komu familja og vinir at vitja, hagar komu vinfólkini hjá synunum, Ole og Bo, og hagar komu ættarfólk og vinfólk úr Føroyum. Í 54 ár búleikaðust hon og Poul í sama húsi við skúla og kirkjuni í grannalagnum. Summarminnini haðani eru ljós og hugnalig  hjá okkum úr Føroyum.

 

Tóra var ógvuliga politiskt áhugað og eitt samfelagssinnað menniskja við áhuga fyri sínum medmenniskjum. Tískil gav tað seg sjálvt, at hon tók sítt tørn í skúlanevndini og síðan kom at sita í kirkjuráðnum fyri Sions kirkju í eitt mannaminni. Altíð hevði hon fremst í huga tørvin hjá teimum, ið minst formáddu sær, og óteljandi menniskju í stórbýarmeldrinum funnu næsta sín í henni. Hon dugdi bæði at lurta og ugga, tá ið brúk var fyri henni. Hon tók eisini lut í felagsarbeiði millum føroyingar í Keypmannahavn m.a. sum forkvinna í Føroyingafelag og eitt skeið í nevndini fyri Sankta Ólavs føroyska kirkjulið, tá ið heitt var á hana. Hon hevði bæði dirvi og frímóð til at tala at, um okkurt var, ið stríddi ímóti hennara rættvísiskenslu.

 

Samstundis var hon í breiðastu merking ein mentað kvinna við stórari vitan um søgu og samfelag, mentan, list og bókmentir. Alt hetta brúkti hon til at skipa fyri fundum og útferðum við kirkjuni, skipaði fyri ferðum til Føroya og tók lut í norðurlendskum arbeiði fyri pensionistar. Og allastaðni fekk hon vinir, tí at hon var so vinsæl og løtt at koma í samband við. Omma okkara í faðirætt í Funningi plagdi at siga, tá ið Tóra var barn, at hon hevði so góða fólkaskepnu, og tað var væl sæð, tí tað kom at passa alt lívið.

 

Tóra hevði eisini góðar gávur á listarliga økinum. Hon dugdi væl at skriva, yrkti sangir í hópatali til ymisk høvi, og hon hevur eisini gjørt eitt sindur við málningalist.

 

Hóast Tóra kom at liva sítt lív í danska høvuðsstaðnum, gloymdi hon kortini ikki Føroyar. Henni longdist altíð eftir fjøllunum, málinum, matinum og fólkinum her heima. Og hon og Poul vóru røsk at ferðast. Tá ið hon fyri 19 árum síðan misti sjónina, var hennara størsti sársaki, at hon ikki skuldi síggja fjøllini aftur. Tað var ein dyggur smeitur fyri øll, at hon kom at sita blind, men tíbetur misti hon ongantíð mótið. Við Poul sum trúføstum fylgisneyta kom hon á hvørjum ári aftur til Føroya at ferðast, og enn vóru mong, ið hon hevði samband við, og sum vitjaðu hana her. Tað skuldi henda nakað, har ið Tóra var, og helst skuldi hon hitta fólk.

 

Síðsummarið gav okkum í ár nakrar góðar, heitar dagar í Keypmannahavn, men tá vóru dagarnir hjá Tóru systur við at vera taldir. Tann 8. september sløknaði hon, meðan sólin sá yvir stórbýin við sínum meldri av lívi. Hjá okkum var tað, sum alt steðgaði upp, men lívið helt fram uttan um okkum. Eitt stokkut bragd er mannalívið á foldum.

 

Tóra varð borin út úr Sions kirkju til tjóðsang okkara, meðan Merkið veittraði á hálvari stong uttanfyri. Hennara føroyski førningur flættaðist saman við hennara donsku tilveru.

 

Hon hvílir nú mítt í Keypmannahavn á Holmens kirkjugarði undir liðini á sínum elskaða Poul. Hon hevði sjálv ynskt, at jørðin, ið var kastað á, skuldi koma úr Føroyum - úr Funningi, har ið hon var fødd, av Viðareiði, har ið hon sleit sínar barnaskógvar og úr Klaksvík, har ið hon fekk síni ungdómsár. Vit sungu “Og fram við stillar strendur, hin kámi skuggi fer, nú fargast fjallarendur, av roða sólin ger”, sum pápi eisini yrkti. Alt hetta hevði hon hugsað um frammanundan. Henni dámdi at stíla fyri og dugdi tað eisini.

 

“Eitt vár, eitt heyst er lagna tín,

 

tú mannabarn á foldum.

 

Fyrst ung, so mandug, silvurlín

 

og síðan undir moldum.”

 

                          Óli Dahl

 

 

 

Vit systkini hava nú fyrst mist tann yngsta beiggjan og síðan ta elstu systrina. Vit sakna tey. Tað er løgið, at tað ikki ber til at taka telefonina og spyrja um alt tað, ið liggur einum á hjarta.

 

Men kortini kunnu vit birta ljós við gleði - vit gleðast um tey mongu góðu minnini, ið vit bera við okkum, um alt tað, ið Tóra ríkaði okkara lív við. Mest av øllum synunum Ole og Bo og øllum teirra, sum vit vátta okkara djúpastu samkenslu.

 

“Takk havi tú fyri hvørja stund,

 

vit hava saman livað,

 

alt er goymt í hjarta inni,

 

men einki í bókum skrivað.”

 

(úr Sigmunds Brestissonars kvæði)

 

 

 

                                    Andrass, Árni og Nicolina