Tórálv Holm í Trøðini nýggjur havnameistari í Vágs Havn

Í junimánað søkti Vágs Kommuna eftir nýggjum lehiðara/havnameistara til Vágs Havn. Søkt varð eftir nýggjum leiðara/avnameistara, tí verandi havnameistari, Hans Jacob Bech, fór frá í august vegna aldur. Tá freistin at søkja var farin, vóru tríggjar umsóknir innkomnar.

 

Vágs Býráð hevur avgjørt at seta Tórálv Holm í Trøðini í starvið sum nýggjur havnameistari í Vágs Havn. Tórálvur byrjar í starvinum 25. septembur 2023.

 

Hetta skrivar vagur.fo.

 

Tórálvur er 49 ár og búsitandi í Vági. Tórálvur er útbúgvin skipsførari og hevur seinastu 21 árini silgt við Mærsk, harav síðstu 8 árini sum kapteinur hjá Mærsk Tankers. Á síni starvsleið hevur Tórálvur fingist við ma. leiðslu, fyrisiting og rakstur og viðlíkahald, har atlit vóru til burðardygd.