Tórsbáturin er av álvara á FM kós

8-mannafør: Aftur í dag var Gøtu Tróndur næstfremstur

Tað skal vilja heilt illa til, um Tórsbáturin hjá Havnar Róðrarfelag ikki fer at vinna FM heitið. Um so verður, so verður tað fyrsta ferðin yvirhøvur, at Tórsbáturin verður meistari, tí hetta er fyrsta ferðin yvirhøvur, at hesin báturin er við í FM kappingini.

 

Aftur í dag var tað Gøtu Tróndur hjá Róðarfelagnum Tindur í Eysturkommunu, sum var næstfremstur. Tað var ein stór bátslongd frá Tórsbátinum og aftur til Gøtu Trónd.

 

Gullbrandur úr Fuglafirði er mannaður við royndum rógvarum úr Havnar Róðrarfelag. Hann endaði tá triðja plássi – bara ein lítla bátslongd aftanfyri Gøtu Trónd – og gamla 8-mannafarið hjá Havnar Róðrarfelag, Ørvur, var á fjórða plássi, meðan Argjabáturin og Heiðabáturin vóru afastir.

 

At Havnar Róðrarfelag í dag varumboðað við trimum 8-mannaførum, sum vóru millum fýra teir fremstu bátarnar, eigur at vera meiri enn ábending um, at Havnar Róðrarfelag í 2025 fer at manna Havnarbátin.

 

##med2""

 

úrslit/rsf.fo