Torusláttur beindi fyri tveimum kvinnum í Noregi

- Fólk, ið eru so djørv, at tey fara á fjøllini í slíkum líkindum, eiga ikki at doyggja soleiðis, sigur maður, ið tók film av toruni, tá hon sló niður.

 

 

 

- Eg sat inni í stovuni hjá mínum verforeldrum, tá eg sá, at tað gjørdist myrkari og myrkari úti. Tá eg hugdi eftir veðurforsagnunum, hugsaði eg, at eitt illveður er á veg.

Soleiðis sigur norðmaðurin, Jarle Hersvik við Dagbladet. Hann heldur, at hann tók film av hendingini, tá toran sló niður, og tvær kvinnur lótu lív á einum fjalli í Møre og Romsdal. 

Ein triðja kvinna fekk eisini stóran skaða, og hon liggur nú á sjúkrahúsi í Ålesund eftir hendingina.

- Eg stillaði meg út á svalan at taka film og vendi upptøkutólinum móti 668 metrar høga fjallinum. Hugsaði, at tað var her á hægsta punkti í økinum, at toran kundi sláa niður.

Jarle Hersvik, sum Dagbladet hevur skift orð við, sigur, at klokkan var um 17, tá hann byrjaði at taka film. Hann hugsaði ikki meira um hetta og legði filmin út á Instagram.

Síðan legði hann seg at hvíla seg eina løtu. Tá hann vaknaði aftur, var veðrið betri, og sjálvur heldur hann, at ringa veðrið í mesta lagi vardi í tveir tímar.

- Tað gekk ikki long tíð, til eg skilti, hvat var hent. Hetta er ógvuliga syrgiligt. Fólk, ið eru so djørv, at tey fara á fjøllini í slíkum líkindum, eiga ikki at doyggja soleiðis.

Borgarstjórin í Hareid, sum er í Møre og Romsdal, sigur við Dagbladet, at hann fekk at vita um syrgiligu hendingina stutt eftir vanlukkuna, sum í gjár kostaði kvinnunum lívið.

- Hetta er ógvuliga syrgiligt. Meira er ikki at siga í løtuni, sigur borgarstjórin og vísir á, at kommunan hevur reist á føtur kreppuhjálp í samband við hendingina.

Eftir at løgreglan hevði frætt um vanlukkuna, heittu tey á Tvitter á fólk, sum vóru farin til fjals, um at koma oman aftur úr fjøllunum.

- Øll, sum eru farin fjallatúr í økinum, verða niðin um at koma oman aftur og í tryggleika, skrivaði løgreglan í Møre og Romsdal á Tvitter.

Løgreglan visti eisini at siga, at tey høvdu fingið fleiri fráboðanir frá fólki, sum vóru komin í neyð í fjøllunum av ógvusligum torusláttri og regni.

Sambært Dagbladet vóru fleiri bjargingarátøk í fjøllunum í Noregi seinnapartin í gjár, men tíverri kostaði herviliga toruveðrið tveimum kvinnum lívið.

Seinnapartin í gjár og í gjárkvøldið sendi Meteorologisk Institut í Noregi ávaringar út um vandar fyri toru og snarljósum í Møre og Romsdal.

Vaktleiðarin hjá Meteorologisk Institut, Espen Biseth Granan, sigur við Dagbladet, at skrásett vórðu fleiri enn 2000 hendingar, har toran sló niður í Suðurnoregi seinnapartin í gjár og í gjárkvøldið.

 

##med2##

 

Tað var her á fjallinum, Melshornet, at syrgiliga hendingin fór fram í gjár.