Triði sigur til Havnar Róðrarfelag

5-mannafør gentur: Kappingin um sigurin var stór millum Drekan og Fípuna Føgru

Síðsta sunnudag vunnu genturnar á Fípuni Føgru í sera stórari kapping á jóansøku á Tvøroyri.

 

Í dag var Fípan Fagra aftur í sera stórari kapping um sigurin, tá ið genturnar kappaðust á varmakeldustevnu í Fuglfirði.

 

Men í dag eydnaðist tað ikki gentunum úr Klaksvík at vinna.

 

Kappingin var við Drekan hjá Havnar Róðrarfeag, sum vann. Hetta var triði sigurin í dag hjá Havnar Róðrarfelag, sum fyrr í dag vann finalurnar í barnaróðrinum hjá bæði gentum og dreingjum.

 

Drekin og Fípan Fagra kappaðust allan túsund metra teinin um fremsta plássið. Í startspurtinum var Firvaldur av Tvøroyri eisini væl við, men so misti Firvaldur eina bátslongd, og tá varð kappingin bara millum genturnar úr høvuðsstaðnum og tær úr Klaksvík.

 

Viðhvørt var Drekin undan, og viðhvørt var Fípan Fagra frammanfyri. Soleiðis gekk tað eina góða løtu. Eisini í endaspurtinum var púra javnt, inntil tað restaðu kanska 50 metrar, tá ið tók Drekin ein hálvan skut frá Fípuni Føgru og vann.

 

 

 

1Drekin05:24.25700
2Fípan Fagra05:24.45600
3Firvaldur05:26.49500
4Hulda05:34.10400
5Títlingur05:34.38310
6Tambar05:36.16200
7Sævarmoy05:36.17110
8Teistin05:37.13000
9Kjósin05:38.26000
10Ingibjørg05:40.13000
11Junkarin05:47.02000
12Malunarhav05:50.17000