Tríggir eru lagstir aftrat á Skála

Teir, sum eru lagstir aftrat, hava umboðað NSÍ, 07 Vestur og AC Horsens

Eftir stuttan summarsteðg er venjingin hjá besta mansliðnum undir Mýruhjalla aftur byrjað.


Í hópinum eru tríggir nýggjir leikarar lagstir aftrat. Emil Rosenberg úr AC Horsens, Atli D. Petersen úr NSÍ og Maxwell Effom, ið er leigaður úr 07 Vestur fyri restina av kappingarárinum.


Fyrsti dystur hjá liðnum verður sunnudagin 4. august í Gundadali ímóti HB, og venjingardystir verður móti EB/Streymi 27. juli undir Mýruhjalla.

 

Eftir 16 umfør er Skála á sjeynda plássi við 14 stigum.