Tríggir lyklaspælarar hjá KÍ eru skaddir

Vongverjin í høgru verður ikki við ímóti B36, og tað er ivasamt, um teir báðir vongverjarnir í vinstru vera førir fyri at spæla

René Shaki Joensen er ein av trimum KÍ lyklaspælarum, sum er darvaður av skaða

Mikukvøldið verður toppdystur í Klaksvík. Tá fáa tvífaldu meistararnir og toppliðið KÍ vitjan av B36, sum er næstovast á støðutalvuni. Talan er um framskundaðan dyst frá ólavsøkuumfarinum. Tá verða bæði KÍ og B36 upptikin í europeisku kappingunum. Víkingur og HB hittast eisini mikukvøldið. Eisini í tí førinum er talan um framskundaðan dyst frá ólavsøkuumfarinum, tí Víkingur og HB tá vera upptikin av europeiskum fótbólti.

 

Í gjár vann KÍ 3-0 í Sørvági, og B36 vann 1-0 á Toftum. KÍ er topplið við 30 stigum, og B36 er næstfremst við 24 stigum.

 

Vongverjin hjá KÍ í vinstru Patrick da Silva var ikki við í Sørvági. Hann hevur ikki verið á vøllinum, síðani KÍ í Gundadali vann 3-2 ímóti B36. Hann er skaddur í tjúkkanum, og tað er ivasamt, um hann verður førur fyri at spæla mikukvøldið.

 

Í Sørvági var René Shaki Joensen vongverji í vinstru. Tað var hann bara í 22 minuttir, so noyddist hann skaddur av vøllinum. Hann er darvaður av skaða í lærkrikanum. Mads Bo Mikkelsen loysti hann av, og tá var Claes Philip Kronberg, sum í seinna hálvleiki skoraði 3-0 málið, fluttur aftur á vongverjan í vinstru.

 

Í høgru hevur Jóannes Kalsø Danielsen higartil í ár verið fastur maður. Hann vandi ikki í kvøld, og nú veit nordlysid.fo at siga, at Jóannes er darvaður av vøddaskaða, og at hann verður ikki førur fyri at spæla 2 – 4 tær næstu vikurnar. Tað vil siga, at tað er møguleiki fyri, at KÍ mikukvøldið fer at spæla ímóti B36 uttan teir, sum higartil í ár hava røkt ódnirnar á vongverjunum.

 

KÍ og B36 hittast í Klaksvík mikukvøldið klokkan 19, og Dagfinn Forná verður dómari.

 

Víkingur og HB hittast í Gøtu mikukvøldið klokkan 19, og Jóhan Hendrik Ellefsen verður dómari.

 

 

 

René Shaki Joensen er ein av trimum KÍ lyklaspælarum, sum er darvaður av skaða