EB/Streymur skrivar soleiðis í dag:
EB/Streymur hevur, við stórari gleði og vón fyri komandi kappingarár, sett venjaratoymið til 1.deild, 2.deild og U17. Vit eru fegin um at kunna bjóða vælkomin til eitt sterkt toymi, sum er klárt at lyfta okkara leikarar upp á eitt enn hægri støði og samstundis tryggja framhaldandi menning í felagnum.
Settu venjarar í toyminum eru Arnar Dam, Arnbjørn Hansen og Sjúrður Jacobsen. Hesir eru ikki ókendir í felagnum og hava teir allir lokið UEFA B licens sum venjarar.
Arnar Dam hevur verið í EB/Streymi í samfull 17 kappingarár á rað frá 2008 til og við 2024. Tey fyrstu mongu árini sum leikari, meðan hann seinnu árini hevur tikið á seg venjara og hjálparvenjara størv. Arnar var hjálparvenjari undir Jákup Martini Joensen árini 2020 til og við 2022. Seinasta árið hevur hann havt ábyrgdina av okkara 2.deildarliði. Arnar fer sostatt í holt við sítt 18.kappingarár á rað við EB/Streymi.
Arnbjørn Hansen hevur verið í EB/Streymi í 20 kappingarár frá 2003 til og við 2014 og síðani frá 2017 til og við 2024. Vit kenna hann best sum føroya besta áleypara við hópin av málum, men seinnu árini hevur hann verið illa skaðaplágaður og hevur hetta leitt hann náttúrliga inn á venjaraleiðina. Arnbjørn var hjálparvenjari undir Heðini Askham í 2017. Síðani var hann, saman við Arnari, hjálparvenjari undir Jákup Martini árini 2020 til og við 2022. Harafturat hevur hann, undir leiðslu av Sigfríði, verið hjálparvenjari seinastu tvey árini í 2023 og 2024. Arnbjørn fer í gongd við sítt 21.kappingarár hjá okkum.
Sjúrður Jacobsen kom til okkara í 2016. Hann spældi við okkum tvey kappingarár, men gavst so í 2017 eftir eina drúgva karrieru við 402 dystum í fremstu deildini. Hann bleiv hjálparvenjari í 2018 undir Heðini Askham, men valdi eftir lokna kappingarár at søkja aðrar avbjóðingar. Síðani tá hevur hann verið hjálparvenjari hjá besta mansliðnum á Skála í 2019 og umframt verið hjálparvenjari á besta mansliðnum hjá KÍ undir Mikkjali Thomassen og Magna Hoseth frá 2020 til og við 2023 í KÍ. Sjúrður bleiv føroyameistari við KÍ árini 2021, 2022 og 2023.
Vit gleða okkum til samstarvið. Saman standa vit sterk, skrivar EB/Streymur.