Trilvandi byrjan á gulllaksaveiði í ár

Hjá Polarhavi og Stjørnuni gongur ikki best í løtuni, tí Polarhav liggur við maskinskaða, og bíðað verður eftir eykaluti.

Tað hevur ikki gingið best í gulllaksavertíðini higartil í ár, men gongd er í. Vertíðin plagar at byrja, tá nakrir dagar eru farnir av apríl, og í fjør varð fiskað fram til endan av september.

 

Í vertíðini í fjør hendi tað, at Eysturbúgvin sakk á fyrsta gulllaksatúri. Teir hava í fleiri ár partrolað saman við Vesturbúgvanum, men teir á Vesturbúgvanum funnu ongan at partrola saman við, tá Eysturbúgvin ikki var meira.

 

Eysturbúgvin og Vesturbúgvin høvdu júst fingið nýggj trolspøl, tá teir fóru á fyrsta gulllaksatúrin í fjør. Partrolarar hava vanliga bara eitt trolspæl, og tí kundi Vesturbúgvin ikki fiska einsamallur við einum spæli, tá makkarin var burtur.

 

Tískil blivu tað bara fýra skip, sum annars plagdu at vera seks, í gulllaksavertíðini í fjør.

 

Hini bæði pørini, sum í fleiri ár hava fiskað gulllaks í vertíðini, eru Polarhav og Stjøran og Fuglberg og Skoraberg, sum eru fyrrverandi Vestmenningur og Fram.

 

Fyrr í ár fingu sandoyingar nýtt skip fyri Eysturbúgvan, sum ber sama navn. Skipið, sum er keypt úr Noregi,  hevur tvey trolspøl og tískil trola teir einsamallir. Tað merkir, at fimm skip eru á gulllaksaveiði í vertíðini í ár.

 

Eysturbúgvin hevur verið úti og gjørt nakrar royndir, og teir hava eisini landað nakað av gulllaksi. Ymiskt hevur verið at justera, nú skipið er nýtt undir føroyskum flaggi.   

 

Hjá Polarhavi og Stjørnuni gongur ikki best í løtuni, tí Polarhav liggur við maskinskaða, og sum skilst verður bíðað eftir eykaluti.

 

Teir, sum reka gulllaksaskipini, siga, at fiskiskapurin hevur verið misjavnur, síðan farið varð á fyrsta túrin í vertíðini hesaferð. Tað vísir seg, at høgættin hevur ikki roynst nakað serligt.

 

Enn er ikki greitt, nær Polarhav og Stjørnan verða klár at loysa aftur, men vit hava skilt, at ætlanin hjá teimum, sum eiga Eysturbúgvan, var at fara út aftur týskvøldið í hesi vikuni.