Trolbátarnir fara nú í I-kassan at royna

- Vanliga fáa trolbátarnir mest av toski, hýsu og flatfiski í I-kassanum, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.

Flestu partrolarapør eru til fiskiskap í løtuni, og væntandi er, at tey flestu koma inn at landa fyri páskir.

 

- Øll skipini fiska upsa, men tey fáa eisini nakað av eitt nú longu, toski, hýsu og hvítingi.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at fiskiskapurin hjá partrolarunum er smáligur.

 

Og tað hevur hann verið leingi.

 

Ein djúpvatnstrolari er á svartkalvaveiði og kemur inn at landa fyrst í næstu viku. Ein frystitrolari fiskar eisini svartkalva.

 

Í gjár vóru bara tveir av teimum smáu trolbátunum til fiskiskap, men væntandi er, at teir, ið eftir eru, fara út í kvøld, nú sonevndi I-kassin letur upp.

 

- Vit rokna við, at allir trolbátarnir koma inn at landa í næstu viku. Vanliga fáa teir mest av toski, hýsu og flatfiski í I-kassanum.

 

Tvey garnaskip fiska svartkalva, men hava misjavnan fiskiskap. Tvey garnaskip fiska eisini havtasku og hava brúkiligan fiskiskap.

 

- Øll garnaskipini koma inn at landa í næstu viku, verður lagt aftrat á Fiskamarknaði Føroya.