Trump fordømir ákærur um skattasvik á valfundi í Florida

Framman fyri viðhaldsfólki í Florida finst Trump at ákærumyndugleikanum í New York fyri óregluliga framferð

Gaelen Morse/Reuters/Ritzau Scanpix

Á einum stórum uttandura veljarafundi í Sarasota í Florida í gjárkvøldið legði Donalds Turmp aftur eftir ákærunum í New York.

 

Fyrrverandi forsetin er vreiður um, at The Trump Organization og fíggjarstjóri felagsins eru skuldsett fyri skattasvik.

 

– Talan er í veruliekanum um óregluliga framferð hjá ákærumyndugleikanum. Hetta er ræðuligt, ræðuligt, segði Donald Trump framman fyri fleiri túsund viðhaldsfólkum.

 

Við ein dómstól í New York segði Allen Weisselberg, fíggjarstjóri hjá The Trump Organization, seg vera ósekan í tí, sum ákærumyndugleikin hevur lýst sum »umfatandi og vágiligt« fíggjarsvik.

 

Allen Weisselberg hevur arbeitt fyri Trump í 48 ár.

 

Sambært ákærunum skal Weisselberg millum annað hava snýtt fyri 1,7 milliónir dollarar í skatti. Hann var latin leysur uttan veðgjald, men við boðum um at lata passið frá sær.

 

Málið er tað fyrsta eftir tvey ára kanningararbeiði í sambandi við felagið hjá fyrrverandi forsetanum.

 

Úrslitið av málinum og øðrum rættarmálum, sum bíða Trump, kunnu fáa týdning fyri, hvørt tann 75 ára gamli republikanarin fer at stilla upp til forsetavalið í USA í 2024.

 

– Tey hava setta allar kreftir í gongd í stjórnini fyri at koma eftir mær, familju míni, fantastisku starvsfólkum mínum og felag mínum bara av politiskum orsøkum, segði Trump á veljarafundinum í gjárkvldið.

 

/ritzau/Reuters

 

Gaelen Morse/Reuters/Ritzau Scanpix

Foto: Octavio Jones/Reuters