Trý ár síðani HB vann í Gøtu

Bæði í landskappingini og steypakappingini, tá ið HB vann eftir longda leiktíð, er tað endað javnt

HB er í Sarpugerði í Gøtu, har fyrsta bríksl verður klokkan 19. Talan er um framskundaðan dyst í ólavsøkuumfarinum.

 

Víkingur og HB hava dystast tvær ferðir fyrr í ár. Í landskappingini endaði tað flaggdagin 2-2 í Gundadali, og fýra dagar frammanundan endaði tað í fyrsta umfari í kappingini um løgmanssteypið 1-1 í Sarpugerði. So var neyðugt við longdari leiktíð, og tá skoraði HB sigursmálið.

 

HB hevur ikki vunnið í landskappingini í Gøtu síðani í 2020, tá ið HB við Jens Berthel Askou við róðrið vann sannførandi. HB vann 69 stig, og Víkingur endaði á fimta plássi við 47 stigum. Tá vann HB 3-1 í Gøtu og 3-0 og 4-0 í Gundadali.

 

Í fjør vann Víkingur 4-2 á heimavølli, og í 2021 vann Víkingur 2-1 og 3-1 á heimavølli.

 

Hjá HB er miðverjarnir Bartal Wardum og Samuel Chukwudi darvaðir av skaðum. Hjá Víkingi hevur Finnur Justinussen seinastu dagarnar vant saman við hinum, eftir at hann í fleiri vikur hevur verið skaddur. Andreas Lava Olsen er framvegis skaddur.

 

Víkingur – HB: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 19.00.