Í løtuni eru tvey ísfiskalínuskip til fiskiskap. Eitt er á Íslandsrygginum, og hitt er eystanfyri.
- Skipini fáa eina blanding av toski, longu og brosmu. Tey landa møguliga síðst í næstu viku, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.
Tvey smærri ísfiskalínuskip fara væntandi út ein av fyrstu døgunum.
Av frystilínuskipunum eru trý á Flemish Kap, og tvey fiska undir Føroyum.
- Skipini á Flemish Kap fáa mest av toski og skipini, sum eru í føroyskum sjógvi, fáa eina blanding av toski, longu og brosmu.
Soleiðis, sum vit hava skilt, eru fyrstu frystilínuskipini á veg heimaftur av Flemish Kap, og Stapin kom í gjár.
Streymurin er góður í løtuni, men hann harðnar, sum næsta vika gongur.
- Miðskeiðis í næstu viku fer veðrið at roynast, og tá verður roknað við nakað av útróðri.
Lagt verður aftrat, at útróðrarbátarnir fáa mest av toski og hýsu.