Trý smá ísfiskalínuskip eru til fiskiskap í løtuni. Tey fiska hýsu, tosk og longu.
Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey, at øll skipini koma inn at landa í næstu viku.
- Seks frystilínuskip eru ytri leið undir Føroyum, og tvey fiska í íslendskum sjógvi.
Streymurin verður harður, men veðrið batnar, sum næsta vika gongur.
Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey ikki so nógvan útróður í næstu viku.
- Bátarnir fáa mest av hýsu og so nakað av toski, verður lagt aftrat.