Tunnilin í Gøtudali

Øll rópa um nýggjar tunlar, men nú er tíðin komin, at tunnilin í Gøtudali fer í gongd.

 

 

 

Her norðuri fegnast vit um Eysturoyartunnilin. Hann hevur lætt og stytt munandi um túrin suður til Havnar. Sama er galdandi fyri tey sunnanfyri, sum skulu inn í Eysturoynna og Norðoyggjar.

 

 

 

Men verkætlanin er ikki fullfíggjað fyrr enn Gøtudalstunnilin verður gjørdur. Tíverri er tað vorðin ein ringur vani, tá stórar verkætlanir verða gjørdar, at avleiddu verkætlanirnar sum tilhoyrandi vegir ella tunlar koma í drag ella als ikki verða gjørdar, sum upprunaliga ætlað.

 

 

 

Nú eru 2 ár liðin síðan Eysturoyartunnilin lat upp, men framvegis skal stórur partur av ferðsluni koyra við 30-50 km/t ferð í gjøgnum bygt øki eftir eystara armi á Skálafjørðinum. Tað er ein stórur ampi, bæði fyri tey, sum koyra og tey, sum har búgva og virka. Og hetta gongur eisini út yvir ferðslutrygdina.

 

 

 

Dagliga koyra yvir 4.000 bilar gjøgnum Norðoyatunnilin og 6.000-7.000 bilar um Gøtueiði. Gøtueiði liggur høgt og har er bratt og á vetri er javnan ferðslukaos í hálku og kava. Hetta tarnar javnan ferðsluni og kann vera beinleiðis vandamikið.

 

 

 

Stórur partur av hesi ferðsluni fer gjøgnum bygt øki við Gøtugjógv, tætt við barnaskúla og barnagarð, kirkju og onnur almenn støð. Børn og bilar hvørt um annað. Við øktu ferðsluni, ber hetta ikki til longur. Vit mugu raðfesta trygdina hjá borgarunum.

 

 

 

Í samferðsluætlanini hjá Landsverk verður mælt til, at tunnil verður gjørdur millum Gøtudal og Skálafjørðin. Tá kann ferðslan í staðin fara eftir nýggja landsvegnum á vestara armi á Skálafjørðinum út á Strendur og víðari til Havnar.

 

 

 

Tíðarætlanin fyri byggingina av tunlinum í Gøtudali var 2022-2025, men enn er einki hent. Tað er neyðugt, at ætlanir, sum eru partur av eini størri verkætlan, verða gjørdar lidnar fyrst.

 

 

 

Gøtudalstunnilin má gerast, ongantíð ov skjótt. Ikki fyrr enn tá fær samfelagið fulla nytta av stóru íløguni í Eysturoyartunnilin.

 

 

 

Fríðgerð Heinesen

 

valevni fyri Sambandsflokkin til løgtingsvalið