Turkaland kann siga ja til Finnland í Nato

Tað hevur tikið drúgva tíð at fáa turkiska forsetan, Recep Tayyip Erdogan, at ganga við til, at Finnland og Svøríki kunnu gerast limir í verjusamgonguni, Nato.

Spurningurin um Finnland og Svøríki í Nato er nú eisini vorðin ein partur av valstríðnum í Turkalandi.

Turkaland hevur brúkt nógvar hugsandi undanførslur fyri ikki at vilja góðkenna, at Finnland og Svøríki kunnu gerast limir í Nato.

 

Um nýggj lond skulu takast upp í verjusamgonguna, krevst, at øll limalondini í Nato standa saman um avgerðina. 

 

Men, higartil hevur turkiska tjóðartingið ikki viljað givið grønt ljós fyri Finnlandi og Svøríki, tó at bæði londini hava søkt um limaskap.

 

Nú sigur turkiski forsetin, Recep Tayyip Erdogan, at Turkaland kann góðtaka, at Finnland verður limur í Nato - men fyribils ikki Svøríki.

 

Samráðingarnar við Turkaland um at loyva Finnlandi og Svøríki uppí verjusamgonguna hava verið truplar.

 

Fleiri eygleiðarar hava víst á, at spurningurin nú eisini er vorðin ein partur av valstríðnum í Turkalandi, har Erdogan stríðist fyri at verða afturvaldur.

 

Tað skrivar tíðindastovan NTB.

 

 

 

Spurningurin um Finnland og Svøríki í Nato er nú eisini vorðin ein partur av valstríðnum í Turkalandi.