Túsund norskar krónur fyri ein kongakrabba

- Kríggj og korona hava ført til, at tørvur er á rávørum, og hetta hevur aftur ført til, at prísirnir á fiski og eitt nú kongakrabba eru hækkaðir nógv.

Norskir fiskimenn hava í ár fingið nógv meira fyri fisk og krabba, enn teir nakrantíð áður hava fingið.

 

- Hetta verður eitt sjáldsama gott ár í allar mátar, sigur fiskimaðurin, Hans Petter Rasmussen úr Tromsø, sum tíðindastovan NTB endurgevur.

 

Fiskimaðurin sigur, at hann ongantíð áður hevur fingið so nógv fyri fiskin sum í ár.

 

Tilsamans hava norskir fiskimenn higartil í ár selt fyri 14 miljardir norskar krónur. Tað er meira enn alt árið í fjør, og fýra miljardir meira enn somu tið í fjør.

 

- Kríggj og korona hava ført til, at tørvur er á rávørum, og hetta hevur elvt til, at prísirnir á fiski eru hækkaðir nógv.

 

NTB veit at siga, at prísirnir á toski eru øktir 50 prosent, og toskurin er týdningarmiklasti fiskur hjá flestu fiskimonnum í Noregi.

 

Kongakrabbin er eisini øktur nógv í prísi.

 

Ein vanligur kongakrabbi vigar umleið 2,2 kilo, og kiloprísurin liggur á umleið 480 norskum krónum.

 

- Soleiðis er prísurin fyri kongakrabba øktur eini 70 prosent í ár í mun til, hvat kongakrabbi varð seldur fyri í fjør. 

 

Tíðindastovan NTB veit at siga, at í handlunum í Noregi kostar ein kongakrabbi 1000 norskar krónur.

 

In.fo skal leggja aftrat, at norska krónan er væl lægri enn hin danska. Ein norsk króna er umleið 0,74 krónur av teirri donsku.