Tveir norðmenn løstaðir í Ukraina

Tveir sjálvbodnir norskir sjúkraflutningsmenn, Sander Sørsveen og Simon Johnsen, vórðu raktir undir einum russiskum bumbuálopi í Ukraina í dag.

 

Simon Johnsen (aftastur), Ken Blomkvist (vinstrumegin) og Sander Sørsveen hava arbeitt í Ukraina.

- Vit eru báðir á veg í sjúkrabili til viðgerð. Vit vórðu raktir beinleiðis í dag. Hasir djevlarnir...

Soleiðis skrivar Simon Johnsen til Verdens Gang í dag.

 

Teir vóru báðir staddir í ukrainska býnum, Bakhmut, fyri at hjálpa løstaðum úr økinum eftir russiskt bumbuálop, tá enn ein spreinging var beint har, teir vóru staddir.

 

- Sander Sørsveen er brunaskaddur um eini 30-40 prosent av kroppinum, og hann hevur fingið fleiri splintur í seg. Hann er á veg til Dnipro til skurðviðgerð.

 

Mamma Sander Sørsveen sigur við Verdens Gang í kvøld, at sonurin hevur gott mót, tí hann hevur ikki fingið aðrar innvortis løstir.

 

Norska uttanríkisráðið sigur í einum telduposti við norska Dagbladet í kvøld, at tey vita um tilburðin, sum hevur rakt norsku ríkisborgararnar í Ukraina.

 

Simon Johnsen fortaldi annars í norska dagblaðnum í mai um sínar upplivingar í krígsherjaða landinum.

 

Hann vísti á, at lívið er í vanda, tá bumbað verður, og tá tú ert í økjum, har vandin fyri álopum er stórur. - Men, hetta er tað vert, legði hann aftrat.

 

 

 

 

 

Simon Johnsen (aftastur), Ken Blomkvist (vinstrumegin) og Sander Sørsveen hava arbeitt í Ukraina.