Tvey línuskip landa fyrst í vikuni

- Streymurin verður hampiligur, og tað verður veðrið eisini, men útróðurin roynist smáligur í løtuni.

 

 

Trý ísfiskalínuskip eru til fiskiskap í løtuni, og tvey teirra koma helst inn at landa fyrst í hesi vikuni - og tað triðja seinni í vikuni ella fyrst í aðru viku. 

 

- Ísfiskalínuskipini fáa mest av longu, brosmu, toski og hýsu, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.

 

Fýra frystilínuskip eru eisini til fiskiskap í løtuni. Tvey fiska undir Føroyum, eitt er í Eysturgrønlandi, og eitt er á Flemish Kap.

 

- Streymurin verður hampiligur alla hesa vikuna, og veðrið verður eisini brúkiligt. Tí verður roknað við, at nakað verður av útróðri.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at fiskiskapurin hjá útróðrarbátunum er smáligur í løtuni.