Tvey skip landa svartkjaft í Fuglafirði

Í síðstu viku landaðu seks skip, og á Havsbrún í Fuglafirði vænta tey, at tvey skip landa hesa vikuna.

 

Í síðstu viku keypti Havsbrún í Fuglafirði væl av svartkjafti frá føroyskum skipum.

 

Hesa vikuna er eisini onkur landing, og eitt nú er Borgarin við 2300 tonsum og gamli Jupiter við 2200 tonsum.

 

Hyggja vit eftir, hvussu síðsta vika royndist, vóru svartkjaftalandingarnar tilsamans seks í tali. 

 

Birita var við 1100 tonsum, Finnur Fríði við 2200, Norðingur við 1200, Gøtunes við 3000, Fagraberg við 2900 og Tróndur í Gøtu við 2300 tonsum.

 

Hetta er tað, sum heimasíðan - www.havsbrun.fo - veit at siga um landingar í viku 14 og 15.