Tveyhundrað fólk deyð í eysturafrika

Stórir partar av høvuðsstaðnum Nairobi og onnur tættfólkað øki liggja undir í vatni, og fleiri túsund fólk eru rýmd frá húsi og heimi.

Í minsta lagi 200 fólk eru staðfest deyð, og stór landaøki eru oyðiløgd orsakað av einari náttúruvanlukku í eysturafrika.

 

Tað hevur verið glopraregn seinastu vikurnar í Kenya, Tanzania og Burundi, og hetta hevur ført til stórar oyðileggingar.

 

Forsætisráðharrin í Tansania, Kassim Majaliwa, sigur, at 200.000 fólk eru rakt av illveðri og floymi.

 

Skaðar eru á bygningar og undirstøðukervið í londunum, og í Kenya er herurin í gongd við at bjarga fólkum úr floyminum.

 

Stórir partar av høvuðsstaðnum Nairobi og onnur tættbygd øki liggja undir í vatni, og fleiri túsund fólk eru rýmd frá húsi og heimi.

 

Tað hevur regnað nógv meira í regntíðini hesaferð, enn vanligt plagar at vera í hesum londum.

 

Hetta vita Dagbladet og NTB at siga í dag.