Hetta er fiskur, sum Tolleftirlitið og Fiskivinnustýrið í Noregi løgdu hald á undir einum eftirliti á ferjuleguni í Risavika við Stavanger. Myndina eigur norska Fiskeridirektoratet

Týskir fiskasmuglarar steðgaðir í Stavanger

- At tollvald og fiskiveiðimyndugleikar samstarva, er týdningarmikið fyri at basa smugling av fiski, sigur Nils Johan Stonghaugen, eftirlitsmaður.

 

Hetta er fiskur, sum Tolleftirlitið og Fiskivinnustýrið í Noregi løgdu hald á undir einum eftirliti á ferjuleguni í Risavika við Stavanger. Myndina eigur norska Fiskeridirektoratet

Tolleftirlitið og Fiskivinnustýrið í Noregi hava í einum samstarvi steðgað ólógligum fiskaútflutningi í Stavanger.

 

Talan er um 164 kilo av fiski, men einki verður sagt um, hvat fiskaslag talan er um.

 

Hendingin fór fram seinasta fríggjakvøld, tá eftirlitið kannaði ferðafólk á ferjuleguni í Risavika við Stavanger.

 

Kystmagasinet veit at siga, at stutt eftir, at ferjan skuldi loysa og sigla til Hirtshals, kom ein vørubilur við fýra týskum ríkisborgarum, og her vísti tað seg, at 164 kilo av fiski vóru í bilinum.

 

Sven Asle Aarvik hjá norska tollvaldinum veit at siga, at fiskurin varð veiddur umborð í skrásettum ferðavinnubáti. Teir fýra høvdu skorið fiskin til flak og høvdu hann í tveimum frystiboksum í vørubilinum.

 

Norsku myndugleikarnir løgdu hald á fiskin, og týsku ríkisborgararnir fingu eitt sektaruppskot frá løgregluni á 12.000 norskar krónur. Teir góðtóku bótina og kundu fara úr Noregi dagin eftir.

 

- At tollvald og fiskiveiðimyndugleikar samstarva í slíkum eftirliti, er týdningarmikið fyri at basa smugling av fiski, sigur eftirlitsmaðurin í Fiskivinnustýrinum, Nils Johan Stonghaugen, við Kystmagasinet.

 

Nils Johan Stonghaugen var sjálvur við, tá eftirlitið varð gjørt í Risavika.

 

Ferðafólk, sum fiska í skipaðari ferðavinnu í Noregi, hava loyvi at taka við sær av landinum 18 kilo av fiski ella fiskavørum, og tá skulu tey eisini skjalprógva, at fiskurin er veiddur í skipaðari ferðavinnu í Noregi.

 

 

 

Hetta er fiskur, sum Tolleftirlitið og Fiskivinnustýrið í Noregi løgdu hald á undir einum eftirliti á ferjuleguni í Risavika við Stavanger. Myndina eigur norska Fiskeridirektoratet