U02 kvinnulandsliðið komið uppá pláss í Norðurmakedonia

Fyrtsi dysturin er í dag klokkan 17 og kann síggjast á EHFtv.com.

U02 kvinnurnar, sum komandi dagarnar skulu spæla EM kapping fyri U19 landslið, eru komnar uppá pláss í Norðurmakedonska høvuðsstaðnum, Skopje. Seint í fríggjakvøldið lendu tær á Alexandur hinum Mikla flogvøllinum, og tá farið var av miðnátt, vóru tær, móðar men hugagóðar, innskrivaðar á hotellið, Alexander Palace, nakað miðskeiðis í býnum, skrivar Hondbóltssambandið.

 

Fyrsti dysturin, sum er ímóti Kosovo, verður í dag klokkan 17.00 í Ítróttarmiðdeplinum Jane Sandanski. Dagurin í gjár varð brúktur til at venja seg við umstøðurnar. Fyrrapartin vandu kvinnurnar, og annars tóku tey sær av løttum á hotellinum.

 

Kvinnurnar skulu luttaka í W19 Championship, sum er EM kapping fyri U19 kvinnulandslið. Tey 9 luttakandi liðini eru deild í tveir bólkar, har øll spæla móti øllum. Síðani vera krossdystir og at enda plaseringsdystir.

 

Sum eitt bonus sleppa tey bæði liðini, sum koma í finaluna í Norðurmakedonia, saman við finalistunum í W19 Championship kappingini, sum samstundis er í Italia, og trimum teimum aftastu liðunum í W19 EM endaspælinum, sum nú er í Slovenia, í november, at spæla um tvey pláss til HM endaspælið fyri U20 kvinnur, sum verður komandi summar.

 

Føroyar eru í bólki B við Hollandi, Norðurmakedonia, Bosnia Hersegovina og Kosovo. Í bólki A eru Ísland, Pólland, Hvítarussland og Finnland.

 

Skráin hjá Føroyum sær soleiðis út:

 

Sunnudagin 11. juli kl. 17.00 Kosovo – Føroyar

 

Mánadagin 12. juli kl. 19.30 Føroyar – Norðurmakedonia

 

Mikudagin 14. juni kl. 17.00 Føroyar – Bosnia Hersegovina

 

Hósdagin 15. juli kl. 17.00 Holland – Føroyar

 

Leygardagin 17. juli krossdystir

 

Sunnudagin 18. juli plaseringsdystir

 

Dystirnir verða stroymdir, og kunnu síggjast ókeypis á EHFtv.com.