U19: Jana setti Bosnia Hersegovina upp á pláss

Føroysku U19-kvinnurnar vunnu ein knúsandi stórsigur á Bosnia Hersegovina í dag. Úrslitið gjørdist 34-10, eftir hálvleiksstøðuna 18-4

Føroysku U19-kvinnurnar vunnu ein knúsandi stórsigur á Bosnia Hersegovina í dag. Úrslitið gjørdist 34-10, eftir hálvleiksstøðuna 18-4.

 

Javnleikurin móti Norðurmakedonia í gjár merkir, at málúrtøka kann blíva avgerandi í bólkaspælinum, og tískil ráddi um hjá føroyska liðnum, at vinna so nógv sum gjørligt móti Bosnia Hersegovina í dag, sum er eitt av veikaru liðunum í kappingini.

 

Eftir eina heldur trilvandi byrjan setti føroyska liðið seg av álvara á dystin. Jana Mittún var berandi í álopspartinum og saman við vengrunum Brynhild Pálsdóttir og Rannvá Olsen, gjørdu tær nógv mál í fyrra hálvleiki. Serliga í seinna parti av fyrra hálvleiki stóð verjan sera stinn saman við málverjanum Rakul Wardum, sum heilt stongdi máli í meira enn 20 minuttir.

 

Hálvleiksstøðan var 18-4 og snúði dysturin seg nú um, at halda høvdið kalt og fáa so nógv mál sum gjørligt. Hetta eydnaðist fyri tað mesta  og øktu okkara um leiðsluna við 10 málum í seinna hálvleiki.

 

##med2##

 

Hin dysturin í bólkinum verður spældur klokkan 19.30, tá spæla Norðurmakedonia og Holland. Føroyar møta Hollandi í morgin klokkan 17.00, tá bólkaspælið verður avgjørt. Nummar eitt og tvey í bólkinum koma víðari til hálvfinalurnar í kappingini. Dysturin kann stroymast á ehftv.com.

 

##med3##

 

Besti føroyski spælarin í dystinum var málverjin Rakul Wardum, sum stóð allan dystin. Hon lat einans 10 mál inn.

 

Málskjúttar hjá Føroyum:

 

Jana Mittún 12

 

Brynhild Pálsdóttir 5

 

Rannvá Olsen 4

 

Frida Holm Jacobsen 4

 

Hervør Niclasen 2

 

Lea Símunardóttir Lisberg 2

 

Lív Bentsdóttir Zachariasen 2

 

Natasja Hammer 1

 

Lea Mortensen Mørk 1

 

Karin Kruse Mørkøre 1

 

##med4##

 

Dystargongdin:

 

5 min. 2-2

 

10 min. 6-3

 

15 min. 8-4

 

25 min. 13-4

 

30 min. 18-4

 

35 min. 21-4

 

40 min. 23-7

 

45 min. 26-7

 

50 min. 26-7

 

55 min. 31-8

 

60 min. 34-10

 

##med5##