U19: Stórsigur á Kosovo

Jana Mittún bleiv kosin til besta spælara í dystinum. Hon hevur av álvara víst seg fram í føroyskum hondbólti í ár. Hon skoraði seks mál, meðan Natasja Hammer skoraði fimm mál

Føroysku U19-kvinnurnar vunnu ein tryggan 34-15 á Kosovo í Euro Championship kappingini í Skopje í dag. Hálvleiksstøðan var 17-2. Kosovo tapti heili 53-14 móti Hollandi í gjár og var sostatt helst talan um veikasta mótstøðuliðið í bólkinum, sum eisini telur Norðurmakedonia, Bosnia Hersegovina og Holland.

 

Føroyska liðið lat heldur ongan iva vera um, hvat betra liðið var og setti seg á dystin beinanvegin, eftir 8 minuttir var støðan 6-1 til Føroyar. Føroyska verjan stóð væl saman við málverjanum Rakul Wardum og øktu okkara til hálvleiksstøðuna 17-2

 

Dysturin var sostatt ongantíð spennandi og fingu venjararnir roynt ymiskar uppstillingar og fingu allar spælararnar í spæl, undan harðaru mótstøðuni, sum er í væntu komandi dagarnar. Føroyar møta Norðurmakedonia í morgin, mánakvøldið klokkan 19.30. Dysturin kann stroymast á ehftv.com. Norðurmakedonia vann 39-28 móti Bosnia Hersegovina í gjár.

 

Jana Mittún bleiv kosin til besta spælara í dystinum. Hon hevur av álvara víst seg fram í føroyskum hondbólti í ár. Hon skoraði seks mál, meðan Natasja Hammer skoraði fimm mál.

 

Málskjúttar hjá Føroyum:

 

Jana Mittún 6

 

Natasja Hammer 5

 

Lea Símunardóttir Lisberg 4

 

Hervør Niclasen 3

 

Brynhild Pálsdóttir 3

 

Frida Holm Jacobsen 3

 

Lea Mortensen Mørk 2

 

Elsa Egholm 2

 

Rannvá Olsen 2

 

Lív Bentsdóttir Zachariasen 2

 

Sára Jacobsen 2

 

##med2##

 

##med3##