U20 EM: Tað kostar 224 krónur at síggja dystirnar hjá Føroyum

Klokkan 11 spælir føroyska U20 manslandsliðið móti Sveis

Fyrrapartin klokkan 11 spælir føroyska U20-manslandsliðið í hondbólti fyrsta dystin í EM-endaspælinum í Slovenia. 

 

Tað fer at kosta 30 evrur - umleið 224 krónur - at stroyma dystirnar hjá Føroyum. 

 

HSF skrivar : Føroyar eru komnar í ein sterkan bólk saman við Spania, Fraklandi og Sveis. Spania er hægst styrkismett í bólkinum, og eru teir verandi europa- og heimsmeistarar í hesum árganginum. Talan er um sera sterkan árgang hjá Spania, sum ikki hevur tapt nakran dyst í seinastu HM- og EM-kappingini. Føroyar taptu 35-25 fyri Spania í 2022. Føroyar eru styrkismettar nummar tvey í bólkinum og Frakland nummar trý. Føroyar vunnu 29-26 á Fraklandi í 2022 í U18 EM-endaspælinum. Føroyar hava ikki møtt Sveis áður.


Vinnarin úr hvørjum bólki kemur at spæla um plássini 1-8 saman við tveimum teimum bestu tvey´arunum, annar úr einum av bólkunum A, B og C, og hin úr einum av bólkunum D, E og F. Hesi liðini spæla um medaljur og eru tryggjaði HM-pláss í 2025.

 

Fýra teir verru tvey´ararnir koma víðari at spæla um plássini 9-16 saman við 4 teimum bestu trý´arunum. Hesi londini spæla eftirverandi HM-pláss, sum eru 7, møguliga 8, um Póllandi er í topp 15 í kappingini.

 

Tveir teir ringastu trý´ararnir og teir 6 fýrarar´nir koma at spæla um plássini 17-24. Hesi spæla um møguliga niðurflyting hjá U18, trý lið rykkja niður.

 

Innleiðandi leiksskráin hjá Føroyum sær soleiðis út:

Mikudagin 10. juli kl. 11.00 Føroyar – Sveis

Hósdagin 11. juli kl. 15.40 Frakland – Føroyar

Leygardagin 13. juli 15.40 Spania – Føroyar


Dystirnir kunnu stroymast her og ber til at keypa sær atgongd at síggja allar dystirnar hjá Føroyum fyri 30 euro. Start | handball-globe.tv. Skrivar HSF.