Ukraina fær 560 milliónir evrur frá Evropeiska Íløgubankanum.
Tað veit ukrainski forsætisráðharrin, Denys Sjmyhal, at siga í dag.
Peningurin skal serliga brúkast til orku-og flutningskervið í Ukraina.
Aftrat íløgunum í undirstøðukervið, skal peningur eisini brúkast til endurbygging av íbúðum.
Sambært Denys Sjmyhal skal peningur haraftrat brúkast til aðrar verkætlanir, sum skulu knýta Ukraina nærri ES.