Ukrainskur forsetaráðgevi: IOC slóðar fyri morði

IOC slóðar fyri morði og oyðilegging, heldur Mykhailo Podolyak, efitr at IOC hevur latið upp russiskar OL-dyr

 

Mykhailo Podolyak finst harðliga at ætlanum hjá IOC, sum vil loyva russum inn aftur í OL hitan. (Arkivfoto). - Foto: Genya Savilov/Ritzau Scanpix

Mykhailo Podolyak, sum er ráðgevi fyri ukrainska forsetan, Volodymy Zelenskyj, leggur ikki fingrarnar ímillum í atfinningum sínum móti Altjóða Olympisku nevndini IOC, sum í síðstu viku gloppaði dyrnar fyri russiskari luttøku til OL í 2024.

– IOC slóðar soleiðis fyri kríggi, morði og oyðileggingum. IOC sær gleðiliga Russland leggja Ukraina í oyði og bjóðar síðani Russlandi eitt støði at fremja fólkadráp og stimbrar teimum at drepa meira, buldrar Mykhailo Podolyak á Twitter.

– Russiskir pengar, sum keypa olymiskt hykl, lukta ikki av ukrainsum blóði, ikki hr. Bach, heldur hann fram við tilsiping til IOC forsetan Thomas Bach.

Síðani februar í fjør hava russar og hvítarussar verið útilokaðir frá flestu olympisku ítróttargreingum eftir russisku innrásina í Ukraina.

Men mikudagin gloppaði IOC dyrnar fyri, at russarar og hvítarussar kunnu luttaka undir uttanveltaðum flaggi til summarleikirnar í París.

– Einki ítróttarfólk skal forðast í at kappast, grunda á hvat passa tað hevur. Tað skal tí kannast víðari, hvussu ítróttarfólk kunnu luttaka undir strongum avmarkingum, varð sagt frá IOC.

Ukraina boðaði frá sum svar, at landið fer undir eina herferð, sum skal hava til endamáls at útiloka russisk ítróttarfólk frá olympisku leikunum í 2024.

Tað upplýsti Volodymyr Zelenskyj.

– Í dag fara vit undir eitt maraton fyri fair play vent ímóti leiðsluni í altjóða olympiskum strukturum fyri hykli eins og at sleppa undan royndum at draga umboð fyri eitt yvirgangsríki inn í heimsítróttin, sigur Zelenskyj.

/ritzau/

 

Mykhailo Podolyak finst harðliga at ætlanum hjá IOC, sum vil loyva russum inn aftur í OL hitan. (Arkivfoto). - Foto: Genya Savilov/Ritzau Scanpix