Um ikki nú, nær so?

- Eg heiti á løgtingsfólk og allar flokkar á Føroya løgtingi um at seta seg saman og ikki steðga á, fyrrenn okkara felags grundlóg er skrivað og samtykt.

 

Sjáldan ella aldri hevur tað verið meira hóskandi og átrokandi, at Føroyar staðfesta síni viðurskifti sum land og fólk í eini grundlóg. Tí, meðan alt leikar á rundan um okkum, so eru eisini viðurskifti í okkara egna landi, sum krevja at verða grundfest í einum grundlógarkarmi, bæði tey, sum snúgva seg um vald og virðir, eins og tey, sum snúgva seg um frælsi, skyldur og rættindi á mongum samfelagsøkjum.

Vit hava alt at vinna og einki at missa, um vit í hesum áhugaverdu og krevjandi tíðum gera okkum enn meira ómak og hyggja inneftir, taka lógvatak um stórt og smátt og festa semjur á blað, sum kunnu gera framtíðina og virkismøguleikarnar hjá okkara eftirkomarum nógv greiðari og betri.

Føroya løgting er tað staðið, har umboð Føroya fólks virka saman, har landsins politisku flokkar kunnu fremja stór verk í felag. Hetta er ein megi, vit eiga at nýta, hetta er eitt vald, vit eita at útinna. Vit eiga at standa og virka saman fyrst og fremst.

Ikki eru tað fólkatingsumboð, útlendskir ráðharrar ella útlendskar nevndir, sum skulu leggja karmin fyri Føroyar – hvørki á longu yvirtiknum málsøkjum og ei heldur skulu bond leggjast á virkismøguleikar Føroya í altjóða samstørvum í komandi tíðum.

Tí heiti eg á løgtingsfólk og allar flokkar á Føroya løgtingi um at seta seg saman og ikki steðga á, fyrrenn okkara felags grundlóg er skrivað og samtykt.

Gud signi Føroyar, mítt land!