Umskipa ella avtaka fleiri ráð og nevndir

Ráð og nevndir verða eftirhugd – sumt verður umskipað og annað verður avtikið

Løgmaður segði í røðu síni í dag, at  fólk í dag vilja hava habndling. Tos fremur ikki broytingar.

Tí boðaði hann eisini frá, at landsstýrið fer at hyggja at ráðum og nevndum hjá tí almenna. Hann segði, at tað sum ikki virkar eftir ætlan verður annaðhvørt tikið av ella umskipað.

Hann vísti eisini á, at tað ræður um nýhugsan og grønar loysnir. Millum annað tí verður eitt vakstrarforum – ein nýggj nevnd – sett á stovn, sum skal birta undir nýjugsan, íverksetan, grøanan vøkstur og vælferð.

- Talgildu Føroyar er eitt ítøkiligt dømi um nýhugsan og íverksetan, sum kann tryggja spennandi vitanararbeiðspláss - og skumpa undir enn størri búskaparvøkstur, segði hann.