Undangongumaður í føroyskari flogsøgu lagt árarnar inn

Hósdagin andaðist Lars Larsen, Lars á Flogfelagnum, 96 ára gamal.

– Eg møtti skepsis allastaðni. Fólk trúðu ikki uppá, at tað bar til.

 

Soleiðis segði Lars Larsen, fyrrverandi stjóri á Flogfelag Føroya í drúgvari samrøðu við Sosialin í 2015.

 

Hann greiddi frá, hvussu áhugin fyri flúgving varð kveiktur á blaðungum árum og fylgdi honum alt lívið. Lars Larsen var tá 88 ára gamal, sum um nakar var undangongumaður í flogvinnu í Føroyum.

 

Lars Larsen búði á røktarheiminum Tjarnargarði í Havn, nú hann andaðist.

 

Lars Larsen varð føddur á Tvøroyri í 1927, men flutti sum sjey ára gamal til Sørvágs, har hann vaks upp. Hann var giftur við Brynhild, ættað úr Sørvági, men gjørdist einkjumaður í 2002. Saman eiga tey døturnar Maritu og Anniku. Í 1963 stovnaði Lars Larsen Flogfelag Føroya saman við Hugo Fjørðoy. Somuleiðis var bróðurin Ragnvald Larsen við fyrstu árini. Felagið hevði ein avgerandi leiklut í at fáa ferðafólkaflúgving til Føroya, felagið umboðaði eina røð av flogfeløgum, hevði ferðaskrivstovur og gistingarhús í Vágum. Lars Larsen seldi alt virksemið á Grækarismessu 2007.

 

Vit venda aftur til samrøðuna í Sosialinum 15. mari í 2015:

 

 

 

Undangongumaður:

 

FRAMVEIGS FLOG YVIR LARSEN

 

 

 

Jón Brian Hvidtfeldt

 

Hvar heldur tú tín 85 ára føðingardag?

 

Fyri Lars Larsen var svarið Dubai.

 

– Tað var heilt fabelagtigt!

 

Tann nú 88 ára gamli gamli maðurin flennir, meðan hann greiðir frá ævintýrkenda býnum í arabisku oyðimørkini. Báðar døturnar, Marita og Annika, vóru við honum. Saman upplivdu tey alt tað marglætið, ið har er bygt.

 

– Har er ikki spart uppá nakað. Enntá heimsins hægsta bygning eiga tey. Men vit sóu eisini størstu moskuna í økinum. Har hekk ein ljósakrúna av gulli, so stór sum henda stovan, sigur Lars Larsen og veipar við ørmunum.

 

Stovan er í hugnaligu og snotiligu húsunum í Grønulíð í Havn. Bilurin í túninum, ein jeepur av slagnum Toyota, verður framvegis dúgliga brúktur. Lars Larsen hevur verið einkjumaður síðani februar 2002, og hann býr framvegis einsamallur í

 

heiminum í Grønulíð. Men ofta leita tankar og hugur vestureftir.

 

– Jú, eg koyri vestur eina til tvær ferðir um vikuna. Tá plagi eg at fara á Hotellið at fáa mær ein fish & chips og eina kola afturvið. Og so ein keitúr at fáa mær eina sigarett og hyggja eftir Sørvági.

 

Lars Larsen smílist. Hugleiðir um Hotel Vágar, sum hann bæði hevur bygt og selt. Hugleiðir um fish & chips, sum tey á Hotellinum gera so serliga væl. Hugleiðir um prísin:

 

– Tað kostar líka yvir 100 krónur. Eitt sindur dýrt, men óluksáliga gott er tað.

 

Lars Larsen hevur átt hús í Sørvági síðani síðst í nítiárunum. Tað er barndómsheimið hjá konuni Brynhild, á Kelduni í Sørvági.

 

– Vit bæði vóru viðhvørt í Sørvági. Brynhild nærum hálvgræt, hvørja ferð vit koyrdu framvið barndómsheimið. So vit endaðu við at keypa tey. Eg ringdi til Palla (Jóan Pauli Joensen, red.) og bað um loyvi at keypa. Og soleiðis bleiv.

 

Lars Larsen er uppkallaður eftir abbanum, vanliga nevndur Lars skómakarin, sum var ein av fyrstu niðursetumonnum á Tvøroyri. Sjálvur sleit Lars Larsen sínar fyrstu barnaskógvar á Tvøroyri, líka til pápin fekk starv sum sýslumaður í Sørvági.

 

– Eg fekk eitt hálvt ár av skúlagongd á Tvøroyri, áðrenn vit fluttu vestur, og Petur Mohr Dam var annar lærarin hjá mær har suðuri. Men handan sosialisman hjá honum rein nú ongantíð við meg, leggur Lars Larsen afturat við tónalagi, ið balanserar millum álvarsemi og spei.

 

Fyrstu árini í Sørvági skuldu vísa seg at merkja lívsleiðina hjá Lars Larsen meira enn nakað.

 

##med2##

##med3##

 

Úr tómgongd

 

Umfatandi virksemið hjá bretska hersetingarvaldinum g jørdi seinna heimsbardaga serliga sjónligan í Vágum. Bretsku hermenninir høvdu mesta virksemið har, og tað førdi til forvitni hjá mongum unglinga í oynni. Men bretar vildu ikki hava smádreingir at arbeiða fyri seg, so

 

tað knípti hjá Lars Larsen at sleppa upp í part.

 

– Men ein heryvirmaður, Adamson, segði seg hava lagt merki til, at vit unglingar gingu nakað nógv í tómgongd, og hann bjóðaði sær til at taka nakrar til arbeiðis. Vit vóru eini sjey, sum tóku av.

 

15 ára gamli Lars Larsen slapp endiliga upp í part, og hann fekk tað, sum í dag kann roknast at vera lærupláss sum elektrikari.

 

– Eg hekk uppi í einum elektrikara, Shaw Hodgeson úr London, sum skuldi taka sær av mær. Hann plagdi at presentera meg sum tolkin hjá sær, sigur Lars Larsen og minnist aftur á tíðina:

 

– Vit upplivdu ting, sum vit ikki høvdu droymt um. Her vóru høgt útbúnir verkfrøðingar frá Royal Engineers, sum arbeiddu við tólum og maskinum, sum vit unglingar í Sørvági ongantíð høvdu sæð.

 

Lars Larsen var í starvi hjá bretska hersetingarvaldinum í Vágum øll krígsárini. Hann fekk tøknina undir húðina og flogførini í blóðið. Eftir kríggið gekk leiðin til Danmarkar at læra til el-installatør.

 

Móti endanum av lestrartíðini kom fyrispurningur til skúlan frá Chr. Augustinus Fabrikker, sum manglaði fólk.

 

– Teir vildu hava ein, sum dugdi væl at tekna diagrammir, sigur Lars Larsen og greiðir frá aldargomlu fyri- tøkuni, sum eitt nú framleiddi tubbak og sigarettir, millum annað tær eyðkendu Kings sigarettirnar. Fyri- tøkan er í dag partur av Skandinavisk Tobakskompagni.

 

– Roykir tú? spyr Lars Larsen, meðan hann festir sær í eina Prince Light.

 

Almenni og óalmenni royki- politikkurin, ið sendir roykjarar út á trappuna, er ikki galdandi í Grønulíð. Lars Larsen brettir sær á, fær sær ein guv og roknar dagligu nýtsluna til okkurt um 10.

 

– Andor (Ellefsen, red.) plagdi at siga við meg, at ein sigarett um dagin er ein ov nógv, letur speiskliga úr honum.

 

Tilboðið frá Chr. Augustinus Fabrikker lokkaði, men okkurt annað lokkaði meira:

 

– Eg var blivin forelskaður í kon- uni, vit vóru gift á ráðhúsinum í Keypmannahavn og høvdu okkara ætlanir, sigur Lars Larsen smílandi.

 

Tríggjar mánaðir fekk Lars Larsen á tubbaksfabrikkini, har hann skuldi loysa eina bundna, tøkniliga uppgávu. Hóast tilboð um gott, fast starv gekk leiðin tá heim til Føroya:

 

Lars Larsen byrjaði fyri seg sjálvan í Sørvági, men gjørdist stutt eftir tekniskur stjóri á Skála Skipasmiðju. Stjórabústaður fylgdi við starvinum, so lítla familjan flutti. Eftir seks ár á Skála bleiv trongdin at gera stóra dreymin til veruleika ov stór at halda aftur. Lars Larsen segði upp.

 

– Nógv ár seinni hitti eg ein gamlan vin og starvsfelaga frá tíðini á Skála Skipasmiðju. Hann fortaldi mær, at eg hesi árini altíð tosaði um flúgvarar. Óivað hevði hann rætt.

##med4##

##med5##

 

Dreymurin

 

– Vit vóru forelskað, høvdu fingið tvey børn, og alt gekk væl.

 

Svarið kemur skjótt og livandi, tá Lars verður spurdur um reaktiónina hjá konuni til uppsøgnina á Skála og at flyta til Havnar eftir einum dreymi.

 

Lars Larsen hevði sett sær fyri at fáa gongd á flogferðslu.

 

– Eg møtti skepsis allastaðni. Fólk trúðu ikki uppá, at tað bar til. Enntá varð sagt, at tað væl var líka mikið, um eitt bræv tók tríggjar dagar við

 

skipi ella fýra tímar við flogfari. Tí so skjótt gekk samfelagið nú heldur ikki. Men Lars Larsen var sannførdur. – Tað var væl saktans tí, at eg hevði verið so nógv á flogvøllinum undir krígnum og sæð alt virksemið har.

##med6##

 

Avbjóðingarnar vóru tvinnar

 

Flogvøllurin í Vágum skuldi setast í stand og góðkennast av loftferðslu- myndugleikunum. Og so skuldi eitt útlendskt flogfelag lokkast at flúgva til Føroya. Uppgávan skuldi loysast saman við Hugo Fjørðoy, sum Lars Larsen kendi úr Sørvági. Eitt nú sótu teir í sóknarstýrinum saman. Ein uppgáva, ið Lars Larsen var alt annað enn glaður fyri:

 

– Nei, tað tímdi eg slettis ikki. Pápi mín var sýslumaður, og sum barn og ungur hevði eg sæð, hvat tað kundi hava við sær. Eg kundi ofta fáa okkurt blakað í høvdið, bara tí at eg var sonur pápa mín, sýslumannin. Lars Larsen minnist aftur á dømi um fólk, ið vóru komin illa fyri, og har sýslumaðurin hevði sína uppgávu at gera. Ristir á høvdið, skumpar tað frá sær og snarar prátið innaftur. Landsstýrið hevði yvirtikið flog- vøllin í Vágum frá bretum eftir kríggið, og tí var neyðugt at spyrja um loyvi har. Í Tinganesi var nú gamli lærarin hjá Lars Larsen av Tvøroyri, Petur Mohr Dam.

 

– Hann gav okkum loyvi at brúka vøllin, um Statens Luftfartsvæsen vildi góðkenna hann. Tey boðini kundu vit so geva víðari til Ørn Johnson, stjóra í Flugfélag Íslands (seinni Icelandair, red.), sum hevði víst áhuga fyri føroyaflúgving. Teir høvdu tá flogið í 25 ár, fyrstu árini innanlands og seinni millum lond.

 

Næsta stigið var so at fáa eitt sindur av »publicity«, sigur Lars Larsen, alt meðan røddin gerst týttari og fastari:

 

– Úrslitið bleiv ein framsýningartúrur á Vestanstevnu 1962. Har var gott veður og nógv fólk. Ein fínur flúgvari, keyptur úr USA. Grá leðursetur. Tók eini 26 ferðafólk.

 

Eyguni glógva á Lars Larsen.

 

– Billetprísurin var 25 krónur, og áhugin sera stórur. Tá tað fór at knípa við vekslipengum koyrdu vit prísin upp á 30 krónur. Tað gekk skjótt hesar báðar dagarnar. 13 túrar og okkurt um 300 fólk á flogi. Ein stór succes.

 

Gleðin frá summarinum 1962 sæst aftur í andlitsbragdinum. Sjálvt ikki spurningurin, um Lars Larsen sjálvur fekk ein flúgvitúr, leggur skugga á gleðina:

 

– Nei, eg slapp ongan túr. Har var nógv fólk og nógv at gera, og vit skuldu jú fáa alt at rigga.

 

Lars Larsen skundar sær at legg ja afturat, at einaferð høvdu hann og Hugo Fjørðoy verið á flog saman. Ein rundtúr við einum Douglas DC¬3 flogfari, meðan Lars búði í Keypmannahavn í fyrru helvt av fimmtiárunum.

 

Á flogi 23. juli 1963 fleyg Flugfélag Íslands fyrsta regluliga rututúrin millum Vágar, Bergen og Keypmannahavn. Hetta summarið fóru 946 fólk um Vága Floghavn. Fyrstu trý royndarárini vístu, at grundarlagið var til staðar og nýgg jari Fokker Friendship flogfør við pláss fyri 44 ferðandi avloystu gomlu DC¬3 flogførini.

 

Uppgávan hjá Flogfelag Føroya var í stuttum at umboða íslendska flogfelagið og taka sær av øllum tí praktiska, bæði fyri felagið og tey, ið ætlaðu sær á flog.

 

– Jú, eftirspurningurin vaks nógv. Men her var framvegis eingin ferðavinna í Føroyum. Her var eingin ferðandi úr fjarskotnum londum, sum keypti sær eina ferð til Føroya. Her var einki móttøkuapparat, vit høvdu einki at bjóða teimum. Í somáta kanst tú siga, at Føroyar tástani komu á heimskortið, greiðir Lars Larsen frá.

 

Sjálvur royndi hann eisini at senda føroyingar suður í sólina. Sonevnda charter¬turisman gjørdist partur av Flogfelag Føroya í sjeytiárunum.

 

– Eg fekk eina avtalu við Maersk Air um leigutúrar suðureftir. Prísirnir vóru eftir mínum tykki órímiligir, men tað bleiv ein succes. Vit gjørdu túrar til Mallorca, Malaga, Jugoslavia, Portugal. Soleiðis hildu vit á í nógv ár.

 

Somuleiðis legðist afturat við uppgávum at umboða útlendsk flogfeløg. Okkurt um 16 ella 18 blivu tey í tali, sambært Lars Larsen. Flogfelag Føroya hevði ferðaskrivstovur, bæði í miðbýnum í Havn og í SMS. Eitt skifti miðskeiðis í sjeytiárunum átti felagið eisini sítt egna flogfar, eitt Cessna 421 Golden Eagle til átta ferðandi.

 

– Tørvurin á taxa¬flúgving, leigutúrum, var vaksandi. So eg segði við Hugo, vit keypa ein flúgvara!

 

Engageraður greiðir Lars Larsen frá, hví júst hesin Cessna 421 var so serligur. Trýstkabinan gav møguleika at flúgva omanfyri skýggini, brennievnið rakk til beinleiðis flúgving millum Føroyar og Keypmannahavn og hartil hevði tað fínar Rolls Royce motorar.

 

– Eg bleiv so forliptur í hesum flogfarinum, at her var eingin vegur uttanum. Kontraktina eigi eg enn, onkustaðni inni á kontórinum, leggur Lars Larsen afturat.

 

Flogskipari gjørdist gamli grannin hjá Lars í Sørvági, Jógvan Dánial Hanson, sum hevði gjørt góða karrieru í danska flogvápninum. Longsti túrur var heilt suður til Vigo í Spania eftir manningini á trolaranum Jógvan Elias Thomsen. Tann túrin var tó neyðugt at millumlenda. Ævintýrið við taxaflúgvaranum gjørdist tó stutt, lønsemi fekst ikki í hesa vinnugrein, og Golden Eagle endaði hjá Midtfly í Danmark.

 

Og so var tað Hotellið.

 

– Tað var mangan eitt forferdiligt skil, tá veðrið tarnaði flogferðsluni og ferðafólkini tí hópaðu seg upp í Vágum. Vit livdu av reinari vælvild frá fólki har vesturi. Tá vit so áttu nakrar pengar í Flogfelagnum valdu vit tí at bygg ja Hotel Vágar. Prísurin fór upp um sjey milliónir, tá alt innbúgvið var keypt og vit kundu taka tað í nýtslu á vári 1978.

 

ílist, tá honum kemur til hugs søguna um 10.000 fermetrar stóra grundstykkið, ið felagið hevði keypt nøkur ár frammanundan.

 

eini Føroya Bjór fyri fermeturin. Eg veit ikki, men tá avtornaði og rokningin kom, vóru tær 1,50 krónurnar blivnar til 3,50 krónur fermeturin. Á skít, segði eg við Hugo, vit keypa allíkavæl.

 

Lars Larsen er glaður fyri tíðina við Hotel Vágar.

 

– Tað varð bygt fyrst og fremst til ferðafólkini við flogførunum. Tørvurin var til staðar, og tað hilnaðist væl, sigur Lars Larsen og heldur fram við lítlari søgu um skeinkiloyvini, sum søkjast kundi um tíðliga í nítiárunum:

 

– Vit, sum høvdu hotellini tá, vórðu innkallaðir á fund við Maritu Petersen, sum tá var løgmaður. Minnist at hon bað okkum ansa væl eftir hesum loyvunum, tí tey fóru at vera kontroversiell. Nakað eftir at loyvið var komið í hús og vit vóru farin at skeinkja á hotellinum, ringdi sýslumaðurin til mín við fráboðan um, at onkur hevði sæð onkran drekka eina øl úti í sofuni í

 

gongini. Tá fór eg at hugsa um orðini hjá Maritu.

 

Á Grækarismessu í 2007 setti Lars Larsen punktum. Alt virksemið hjá Flogfelag Føroya varð selt.

 

– Síðani Hugo Fjørðoy var farin burtur úr fyrst í nítiárunum hevði eg staðið einsamallur við ábyrgdini av fyritøkuni. Konan var deyð, og sjálvur var eg blivin sjúkur. Eg nyttaði einki. So fyri meg var tíðin tann rætta at selja.

 

Lars Larsen var tá 80 ára gamal.

##med7##

 

Útsýni

 

Ferðavinnan, serliga flogvinnan, var tó komin so mikið nógv í blóðið á Lars Larsen, at hon fæst valla úr aftur.

 

Lars Larsen kommenterar tíðindini um at Atlantsflog ætlar at keypa ein nýggjan Airbus A320. – Eg veit ikki, hví hann keypir ein A320, hann tekur bara 24 stólar afturat. Tað átti

 

at verið ein kollossalur fyrimunur at havt eina og somu typu av flogførum. A320 er eitt nummar størri enn verandi A319 hjá felagnum. Hann hevur fylgt gongdini hjá føroyska

 

flogfelagnum síðani byrjan í 1988.

 

– Púra erligt, so haldi eg at teir vóru ov tíðliga úti. Høvdu ikki fyrireikað seg nóg væl, og tí blivu fyrstu árini ov trilvandi. Eisini haldi eg at felagið kanska hevur ment seg nóg so spakuliga. Teir áttu at havt gjørt meira burtur úr rutuflúgving niður á evropeiska meginlandið, sigur Lars Larsen og samanber við vinirnar úr Icelandair, sum flúgva beinleiðis til eina røð av evropeiskum stórbýum,

 

umframt USA.

 

– Eg gangi út frá, at Holme veit, hvat hann ger. Hann hevur verið í SAS og í Grønlandsfly. Tykist vera ein dugnaligur maður við royndum og góðari útbúgving. Men eg haldi, at hann hevur verið brúktur sum uppruddari har vesturi, sigur Lars Larsen og sipar til avmarkaða stjóratíðarskeiðið, sum nú er um at renna út.

 

45 umsóknir eru til stjórastarvið í Atlantsflog.

 

– Tað hevur avgerandi týdning, at ein stjóri hevur royndir innan flogferðslu. Eingin ivi er um, at tað hvílir ein stór ábyrgd á Atlantsflog í dag. Felagið má fáa útlendsk ferðafólk til Føroya, so ferðavinnan her heima kann mennast. Tað eigur at bera til, nú felagið hevur nýggj og góð flogfør at arbeiða við.

 

Lars Larsen er sannførdur um, at myndugleikarnir og Vága Floghavn eiga at strekkja seg langt í royndini at fáa eitt útlendskt flogfelag í rutuflúgving hendavegin. Aftur verður argumentið funnið í grannalandinum fyri vestan.

 

– Ícelandair hevur fingið øgiliga

 

nógva og harða kapping frá fleiri flogfeløgum. Sjálvandi tekur tað nakað frá felagnum, men primert hava kappingarneytarnir útvegað sær sínar egnu kundar. Tí er íslendska ferðavinnan fleirfaldað.

 

Lars Larsen sigur seg vera greiðan yvir stóru avbjóðingina, sum liggur í at lokka eitt útlendskt flogfelag hendavegin. Men uppgávan eigur ikki at vera ómøgulig.

 

– Tak nú Ryanair sum dømi. Felagið hevur lagt øgiligt trýst á stóru floghavnirnar fyri at fáa prísin niður, ofta við tí úrsliti, at felagið heldur flýgur til smærri floghavnir. Men við felagnum kemur ein øgilig rúgva av ferðandi. Kanska tað var ein gongd leið fyri Jákup Sverra (Kass, stjóri á Vága Floghavn, red.) at biðið um dispensatión til at stuðla undir ein pioner, sum vildi royna at flúgva uppá Føroyar.

 

Lars Larsen skundar sær at leggja afturat, at í slíkari støðu má Atlantsflog fáa somu treytir sum kappingarneytin.

 

Hann reisir seg frá spísiborðinum og kemur lítla løtu seinni aftur við einum iPad í hondini.

 

– Her sært tú øll flogførini á okkara leiðum júst nú. Ein øgilig rúgva, ha?

 

Fingrarnir tykjast vanir við teldilin. Flightradar24 forritið vísir alla flogferðslu, meðan hon fer fram. Her sígg jast lyklaupplýsingar um hvørt einstakt flogfar. Serliga tjúkt er niðri í Ermarsundi.

 

– Veitst tú av, at hvønn dag fer eitt flogfar úr Stavanger til Houston. Tað hevur pláss fyri okkurt um 150 ferðandi, men hevur bara 46 stólar. Tað er til oljuvinnuna. Eftir øllum at døma ein succes. Onkuntíð havi eg fylgt tí á skígg janum, tvørtur um Atlantshavið.

 

Fingrarnir spæla við teldilin, Flightradar24 vísir nú USA.

 

– Har vóru vit fleiri ferðir, sigur Lars og sipar til túrarnar saman við konuni Brynhild.

 

– Ta einu ferðina ringdi eg til dóttrina Maritu, sum tá arbeiddi fyri SAS í Keypmannahavn, og bað hana bílegg ja ferðaseðil til USA. Hon spurdi hvar í USA, og eg nevndi fleiri býir upp í slag. Í spølni spurdi hon so, um hon skuldi skriva Honolulu á eisini. Aja, segði eg, og soleiði endaðu vit eisini á Hawaii. 16 stopp á ymsum destinatiónum bleiv tað til. Ein fantastiskur túrur.

 

– Jú, vit ferðaðust nógv. Høvdu møguleika til at ferðast bíliga, tí eg var umboð fyri nógv flogfeløg. Okkum dámdi eisini sera væl Portugal og Spania, sigur Lars og førkar eitt gamalt fotografi eftir borðinum.

 

Ein vøkur ung kvinna í reyðum kjóla, myrkt hár, sólbrún húð.

 

– Her eru vit í Malaga.

 

 

 

Spælandi

 

Við árunum er blivið longri millum ferðirnar. Eisini gongutúrarnir á Tórsbreyt fækkast, men kondisúkklan í kamarinum verður framvegis brúkt dúgliga.

 

Somuleiðis keyboard’ið í stovuni.

 

– Eg keypti tað mest til abbasonin, sum er so musikalskur. Men nú hevur hann fingið damu og barn, so nú er tað mest eg sjálvur, sum siti her og spæli.

 

Tilsamans sjey abbabørn og seks langabbabørn eru nú í familjuni hjá Lars Larsen.

 

Tosið um tónleik flytir tankarnar

 

aftur til Sørvágs undir krígnum. Til tað jólakvøldið, tá hann keypti sína fyrstu violin frá einum breta.

 

– Hermenninir vóru so fullir, at hesin tónleikarin tímdi ikki at spæla fyri teimum meira. Hann bjóðaði mær tí at keypa violinina fyri 16 krónur, og eg tók av.

 

Við tíðini vann harmonikan á violinini, sum tó framvegis eigur sítt pláss uppi á loftinum í Grønulíð. Men nú er tað sum nevnt keyboard’ið.

 

– Tað er deiligt at seta seg at tralla viðhvørt, sigur hann smílandi.

 

Tingvarpið er javnan frá heima í stovuni hjá Lars.

 

– Tað er eitt ávíst undirhald í tí, sigur hann skemtandi.

 

Hóast gerandispolitikkur ikki sigur honum so nógv, so fylgir Lars Larsen væl við. Hann fegnast um, at vit hava fingið eitt valdømi, heldur enn sjey.

 

– Nú kanst tú atkvøða frítt, sært tú ein mann, sum tú heldur vera skilagóðan. Heimanifrá var eg fólkafloksmaður, havi eisini ofta valt sambandið, men sosialistur havi eg ongantíð verið, sigur hann við tónalagi, ið aftur balanserar millum álvarsemi og spei.

 

Uppskriftin hjá Lars Larsen til at halda seg í form er at liva sunt, ikki ov nógv feitt, og so nakrar túrar á kondisúkkluni.

 

– Og so havi eg ikki smakkað sterkt í eftirhondini nógv ár. Ikki tí at eg havi nakað ímóti tí, men mær dámar einki serligt smakkin av tí meira.

 

Tíðin er farin at renna undan. Lars Larsen hevur lovað at koyra ein abbason vestur á flogvøllin.

 

Kanska hann ger eitt rend oman til Sørvágs á vegnum. Og kanska ein túr inn á Hotellið.

 

---

 

Jarðarferðin hjá Lars Larsen verður úr Vesturkirkjuni mánadagin 29. januar kl.12.