Ungdómur hjá Fólkaflokkinum tekur óvanligt stig

Borgarligur ungdómur luttekur í dag saman við vinstravendum ungdómi í kravgongu um hernaðarradara

Friðgongur vóru javnan gingnar í 1980'unum

Tað hevði verið púra óhugsandi í áttati árunum, at borgarligur ungdómur luttók saman við vinstravendum ungdómi í kravgongu ella friðargongu um hernaðarmál. Tá stóðu partarnir yvir av hvørjum øðrum sum hørð mótstøðufólk, tá ið kjakast var um NATO og hernaðarmál.

 

Tað kom eitt nú til sjóndar, tá ið amerikanska hernaðarskipið USS McCloy kom á Havnina í 1987. Amerikumenn vildu ikki vátta, um skipið hevði kjarnorkuvápn ella ikki umborð, og tí var mótmælisgonga ímóti skipinum. Tá var borgarligur ungdómur eisini á kaiini, og teirra mótspæl var at ynskja skipinum vælkomnum til Havnar.

 

##med2##

 

Í dag klokkan fimm verður HUXA, sum er ungmannafelagið hjá Fólkaflokkinum, við í kravgongu á Vaglinum í Havn saman við Unga Tjóðveldi, Sosialistisk Ung, Framsøkin Ung og Unga Sjálvstýri. Kravgongan snýr seg um hernaðarradaran, sum ætlanin er at seta upp í Føroyum.

 

– Tað er púra ógjørligt at hugsa sær, at fólkafloksungdómur hevði luttikið í kravgongu saman við ungum frá Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi í 1980’unum í sambandi við hernaðarmál. Hóast samstarvið millum ungmannafeløgini var gott, vóru tey høgrumegin og vinstrumegin miðjuna púra ósamd um NATO og hernaðarmál, sigur Eirikur Lindenskov, ábyrgdarblaðstjóri á Sosialinum.

 

– Tað er ótrúligt, at hetta hendir í dag, og tað vísir bara, at sumt vendir upp og niður í politikki nú á døgum. Eitt er, at ungdómur hjá Fólkaflokkinum luttekur í hesari kravgongu, annað er, at røddir í Javnaðarflokkinum stuðla NATO og hernaðarradaranum av heilum hjarta. Hetta ber boð um nýggjar tíðir, sigur Eirikur Lindenskov.

 

»Kravgonga fyri fólkaræði og føroyskar loysnir« verður á Vaglinum í dag kl. 17:00.

 

Les eisini: Kravgonga á Vaglinum

 

Um eina løtu hava vit viðmerking frá formanninum í HUXA.

 

Friðgongur vóru javnan gingnar í 1980'unum

Kjakið um NATO og hernaðarmál var stundum hart í 1980'unum – og tá var greiður skilnaður millum tey vinstrumegin og høgrumegin miðjuna