Ungur drongur doyði av skoti í Qaqortoq

Grønlendski býurin, Qaqortoq, sum vit eisini rópa Julianehåb, er skakaður seinastu dagarnar av tveimum deyðsføllum.

 

Myndina eigur Grønlands Politi.

 

 

Herfyri var ein ung kvinna saknað í Qaqortoq, og fyrr í hesi vikuni varð hon funnin deyð nakað uttan fyri býin.

 

Seinasta sunnudag varð ein ungur drongur raktur av skoti, og ein annar ungur drongur er nú skuldsettur fyri óviljað manndráp í málinum.

 

Í gjár, týsdagin, var 16 ára gamli drongurin sum skeyt, í landsrættinum, har hann er vorðin skuldsettur fyri óviljað manndráp.

 

Grønlendska løgreglan upplýsir yvirfyri Sermitsiaq, at hin 16 ára gamli er skuldsettur fyri um morgunin hin 4. juli - í ósketni - at hava latið eitt skot av við riflu móti einum 14 ára gomlum dreingi.

 

Hin 14 ára gamli varð raktur í vinstru síðu og doyði stutt eftir av løstinum. Økisrætturin avgjørdi hin 5. juli, at skuldsetti skuldi leyslatast, tí rætturin metti ikki, at grundarlag var fyri varðhaldsfongsling. 

 

Men, í gjár gjørdi so landsrætturin av, at hin 16 ára gamli fyribils skal afturhaldast fram til hin 3. august.

 

 

 

Myndina eigur Grønlands Politi.