Uppskot um vinnuligar royndir og verkætlanir

Landsstýrismaðurin hevur nú eisini heimild til at luta út kvotur til verkætlanir, ið snúgva seg um ítøkilig skipakeyp.

 

 

Fiskimálaráðið hevur nú sent út til hoyringar uppskot til kunngerð um vinnuligar royndir og verkætlanir. Í grein 49 í sjófeingislógini er ásett, hvussu kvotur til vinnuligar royndir og verkætlanir verða lætnar.

 

Samanborið við 2020 er ein áseting komin aftrat, har landsstýrismaðurin hevur fingið heimild eisini at luta út kvotur til verkætlanir, ið snúgva seg um ítøkilig skipakeyp.

 

- Sostatt ásetir uppskotið til kunngerð fyri 2021, at møguligt verður at søkja um kvotu til trý ymisk endamál, ávikavist til 1) vinnuligar royndir og verkætlanir, 2) í samband við ítøkiligt skipakeyp og 3) sum ískoytiskvotu til verandi skiparakstur.

 

Ein annar munur, sigur Fiskimálaráðið, er, at í 2021 verður eisini møguligt at søkja um kvotu av svartkjafti, bæði til vinnuligar royndir og sum ískoytiskvota til verandi skiparakstur.

 

- Fyrivarni verður tikið fyri, at kvoturnar av makreli, norðhavssild og svartkjafti fyri 2021 ikki eru ásettar enn, og tískil eru hesi tonsatøl ikki endalig. Uppskotið til kunngerð liggur á heimasíðuni hjá Fiskimálaráðnum undir "Uppskot til ummælis".

 

Á heimasíðuni hjá Fiskimálaráðnum í dag verður sagt, at ummælisfreistin er sett til hin 4. juni 2021 klokkan 12. Tá kunngerðin er lýst og komin í gildi, verður møguligt at søkja um kvotu á serligum oyðublaði á www.fisk.fo