Upsafiskiskapurin framvegis smáligur

Av teimum smáu trolbátunum er ein á Skeivabanka, men hinir allir liggja. Væntandi loysir onkur um vikuskiftið, nú veðurforsagnirnar eru so góðar.

Í løtuni eru fimm partrolarapør til fiskiskap, og flestu skipini koma inn at landa í næstu viku.

 

- Allir partrolararnir fiska upsa, men fáa eisini nakað av hvítum fiski, serliga longu. Fiskiskapurin er smáligur.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at tvey partrolarapør liggja við bryggju, men tey loysa væntandi aftur í næstum.

 

- Ein djúpvatnstrolari er á svartkalvaveiði og kemur inn at landa fyrst í næstu viku, og ein fystitrolari fiskar svartkalva í Grønlandi.

 

Av teimum smáu trolbátunum er ein á Skeivabanka, men hinir allir liggja. Væntandi loysir onkur trolbátur um vikuskiftið, nú veðurforsagnirnar eru so mikið góðar. 

 

##med2##

 

Tvey garnaskip fiska svartkalva, og eitt fiskar svartkalva. Øll skipini hava brúkiligan fiskiskap.

 

- Væntandi koma øll garnaskipini inn at landa í næstu viku, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag.